Í gjár kom sakarmálið, sum fyrrverandi KÍ venjarin, Tony Paris, hevur sett framm móti KÍ, fyri í Føroya Rætti og ikki kanna annað sigast enn at rættarfundurin var áhugaverdur og óivað kann gerast føroysk ítróttarsøga
Primera kravið frá Tony Paris er 260.000 dollarar, sum er upphæddin fyri restina av sáttmálaskeiðinum, umframt 35.000 danskar krónur fyri vantandi húsaleiðu. Subsistuert er kravið 220.000 dollarar, sum er upphæddinfrá uppsøgnini fram til 30. juni 2008, ið er fyrsti dagur ein uppsøgn kundi komið í gildi. Tá eru teir 50.000 dollararnir, ið fylgja við einari uppsøgn, íroknaðir. Eisini í hesum førinum verða kravdar 35.000 krónur fyri húsaleigu, og í báðum førum verður KÍ kravt at rinda sakarmálskostnaðin.
Advokaturin hjá KÍ kravdi frídøming og í øðrum føri at gjalda løn í tríggjarmánaðar sum er vanligt í samband við uppsøgnir.
Rættarfundurin vardi umleið 8 tímar og nógvir persónar í og rundan um KÍ vóru umrøddir. Eisini vóru vitnisfrágreiðingar og sjálvur vitnaði Tony Paris í rættinum.
Dómur verður avsagdur tann 5. Januar 2010 og so er spurningurin um málið endar í Landsrættinum




