Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunngjørdir

Jóhann Lützen

Leiðaradagurin 30. januar 2026: Leiðsla við dirvi, kós og umsorgan í eini ótryggari tíð

 

Dómsnevndin at velja Ársins leiðarar og Herðaklappið til millumleiðaran hevur nú valt Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 – bæði innan almenna og privata geiran. Í dómsnevndini sita Árni Jakobsen, nevndarformaður SMJ, Alexandra á Dul, stjóri í sjúkrahúsverkinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsið og Anja Rein, nevndarlimur í fleiri nevndum.

Topp 3 Ársins leiðarar
– Tignarligasti heiður, ið verður latin leiðarum í Føroyum

Almenni geirin – í stavrað eftir fornavni:
Hjalti Gunnarstein, Apoteksverkið
Jóhanna á Tjaldrafløtti, Rótin
Jóngerð M. Nielsen, Vesturvón

Privati geirin– í stavrað eftir fornavni:
Gudny Langgaard, Nema
Kjartan Hansen, Kanjon
Ulla Joensen, Elektron

Herðaklappið til millumleiðaran
– Hægsti heiður, ið verður latin millumleiðarum í Føroyum

Umframt at kjósa Ársins leiðarar verður Herðaklappið til millumleiðaran eisini latið á degnum. Hetta er ein nýggjur virðismikil heiður, sum skal heiðra leiðarar á millumstigi, ið dagliga skapa úrslit, trivnað og framfýsni í teirra yrki sum millumleiðari. Hetta er aðru ferð, hesin heiður verður latin.

Ársins leiðarar verða kosnir á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum fríggjadagin 30. januar 2026 kl. 13 – 17.