Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Topp 4 liðini bara vinna

Jákup Ósá

Einasta topp 4 liðið, sum hevur tapt seinastu fýra umførini, er oddaliðið KÍ.

Sunnudagin staðfestu Víkingur, NSÍ og HB, at tey eru sera væl fyri í løtuni. NSÍ og HB sigrarnir vóru teir fimtu á rað hjá liðunum, meðan Víkingur vann sín fjórða sigur á rað. Oddaliðið KÍ hevur tapt eftir summarsteðgin, men KÍ hevur vunnið 11 av seinastu 12 dystunum. So samanumtikið kann sigast, at øll topp fýra liðini eru sera væl fyri í løtuni. B36 liggur eisini beint aftanfyri á 5. plássi og skal framvegis roknast uppí toppstríðið. Hetta umfarið møtti topp 5 á heimavølli botn 5 og vit fingu væntaðar heimasigrar og í 4 av 5 dystum eisini stórsigrar. Komandi umførini vera innanhýsis uppgerðir í topp 5, sum helst koma at avgera nógv. Tí ikki fyrr enn í síðsta umfarinum fáa vit aftur eitt umfar, har topp 5 møtir botn 5. Niðanfyri er yvirlit yvir, nær innanhýsis dystir í topp 5 eru.

20. umfar: HB-KÍ

21. umfar: NSÍ-HB

22. umfar: NSÍ-KÍ

22. umfar: HB-Víkingur

23. umfar: Víkingur-KÍ

23. umfar: B36-HB

24. umfar: KÍ-B36

24. umfar: Víkingur-NSÍ

25. umfar: B36-NSÍ

26. umfar: Víkingur-B36