(Dystarfrásøgn) Tað endaði við dramatikki, tá Víkingur í seinastu sekundunum misti sigurin av hondum.
Var tað brotsspark? Og hvør skaraði framúr hjá B36 og Víkingi?
Helst mest dramatisku dysturin higartil í Effodeildini í 2014 var í Gundadali í kvøld. Dómarin Rúni Gaardbo kom í brennidepilin í seinastu sekundunum, tá hann bríkslaði fyri brotssparki til B36. Útfrá upptøkum hjá KVF, sum síggjast HER, so er ivasamt, um hetta var rætt dømt. Í øllum førum var Hallur Hansson, sum var partur av nærdystinum, sjónliga ónøgdur við dómin eftir dystin. Beint áðrenn róptu B36 leikararnir eftir brotssparki og møguliga var tað eisini viðvirkandi til, at minni skuldi til seinnu ferðina. Jákup á Borg setti brotssparkið trygt í netið til endaliga úrslitið 2-2. Annars var talan um ferðmiklan og til tíðir væl spældan fyrra hálvleik. Best spælda álopið átti B36, tá teir høvdu eitt væl samanspælt mótálop. Lukasz Cieslewicz fann hegnisliga Adeshina Lawal og hesin tók gott trekk, áðrenn hann skeyt á yvirleggjaran og út. Fyri tað mesta minti fyrri hálvleikur um sokallaðan ”indianara fótbólt” har vit sóu álop eftir álop og ikki nakað stórvegis skipað verjuspæl.
B36 liðið góðan hugburð
Tað hevur verið trupult at mett um hetta B36 liðið undan kappingarárinum, tí stór útskifting hevur verið. Tað sást eisini í kvøld, at stórt lop í dygd er millum sterkastu plássini og veikastu plássini. Fleiri leikarar eru nýggir og spæla enntá á nýggjum óvandum plássum, har serliga verjuparturin skal hava eina tíð at fóta sær. Men so hava B36 framvegis eitt vandamikið álop í Cieslewicz og Lawal. Teir kunnu vísa seg at koma at skapa nógvum verjum stórar trupulleikar serliga á heimavølli. At breiddin í hópinum er avmarkað sást eisini við, at B36 bara gjørdi eina útskifting, hóast liðið koyrdi á eftir útjavnandi málinum allan seinna hálvleik. Men hugburðurin á B36 liðnum var góður og leikararnir arbeiddu alla tíðina hart fyri hvørjum øðrum. Enn er trupult at siga nakað um, hvar B36 kann væntast at fara at liggja í ár.
Súni ov einsamallur
Hjá Víkingi var tað eisini góður hugburður at síggja. Verjuparturin fekk eftir eina heldur trupla byrjan fótað sær og helt B36 frá stórum mál møguleikum allan seinna hálvleik. Tað sást, at teir aftastu fimm – Geza Turi, Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen og Hanus Jacobsen – hava spælt saman í fleiri ár. Hesir spældu støðugt og uttan stórvegis feilir. Men frameftir vøllinum hekk ov nógv á Súna Olsen. Hann tók sær meistarliga av deyðbóltunum og var við einstøkum undantøkum tryggur við bóltinum og hevði eisini nøkur rimmar skot. Hann var heilt klárt besti leikarin á Víkinga liðnum av teimum á miðvøllinum og frameftir. Leikarar sum Finnur Justinussen, Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic og serliga Hallur Hansson hava verið antin óneyvir í avgerandi støðunum ella ov lítið eyðsýndir higartil í ár í mun til tað, sum kann krevjast av leikarum við slíkum dygdum. Men hinvegin telur tað upp, at hesir allan vegin arbeiða hart fyri liðnum.
Topp undirhald
Samanumtikið hevði hesin dysturin tað mesta og serliga í mun til árstíðina, so var hetta ein av teimum góðu dystunum hjá áskoðarunum at síggja. Tað bleiv lagt nógv fyri í nærdystunum og bæði liðini vístu, at tey hava leikararnar til at skapa nógv frameftir, hóast neyvleikin kundi verið betri hjá serliga Víkingi. Seinasta korterið blivu Víkingarnir tó ov tengdir at koyra úrslitið heim og gloymdu at hótta málið hjá B36. B36 trýstið øktist við tíðini og móti endanum bleiv útiliðið revsað, um so spurnartekin kann setast við avgerðina at geva brotsspark. B36 leikararnir fegnaðust og høvdu smílini uppiá frammanfyri glaðum B36 áskoðarum í B36 skýlinum, meðan Víkingarnir vóru í øðini um dømda brotssparkið í seinastu sekundunum, sum kostaði teimum 2 stig.




