Dystarfrásøgn: 6 mál, reytt kort, sjálvmál, brotsspark og ein dómari, sum kom í fokus. Tað var topp undirhaldið, sum Víkingur og KÍ góvu áskoðarunum í dag. Eitt úrslit, sum hvørgan av liðunum var nøgt við.
KÍ byrjaði betri og dysturin var ikki gamal, tá Kenan Hajdarevic bleiv feldur í brotssteiginum og brotsspark til KÍ, sum Henry Heinesen – sum vanligt tá hann skjýtur brotsspark – setti trygt í málið. KÍ sat á dystinum fyrsta partin av dystinum. Tá 35 minuttir vóru leiktir økti KÍ, tá Kenan Hajdarevic spældi álopsliðfelagan Páll A. Klettskarð leysan, og hann lyfti bóltin uppum Geza Turi. Víkingur kom betri við sum fyrri hálvleikur leið og bæði liðini komu til fleiri góðar møguleikar, har báðar verjurnar tóktust ótryggar. 2-0 til KÍ var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki setti Víkingur seg á dystin, og tað vóru bara 5 minuttir farnir, tá Andreas Lava Olsen minkaði um munin til 1-2. Tá ein tími var leiktur fekk KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussen sítt seinna gula kort, og so mátti KÍ spæla seinasta góða hálva tíman í undirtali. KÍ setti Ndende aftur í verjuna, meðan Evard Blé kom inn á sentrala miðvøllin. Stutt eftir útvísingina javnaði Víkingur við brotssparki frá Súna Olsen. Men eftir hetta kom KÍ betri við og í undirtali hevði KÍ minst líka gott tak á dystinum. Tað gav eisini úrslit, tá 78 minuttir vóru farnir. Sørmundur Kalsø hevði eitt frálíkt gjøgnumbrot í høgru síðu. Legði væl inn fyri og har skoraði Páll A. Klettskarð, sum ofta skorar móti júst Víkingi, sítt næsta mál í dystinum við framúr góðum skallara. Leiðslan helt til 89 minuttir vóru farnir. Víkingur hevði tá havt eitt tungt trýst á KÍ málið, og tað gav úrslit, tá KÍ leikarin Mayowa Alli gjørdi sjálvmál, tá hann skuldi skalla bóltin burtur, men ístaðin fór bólturin í yvirleggjaran og inn. Seinastu løtuna royndu bæði liðini at fáa vinnandi málið, men tað eydnaðist ikki.
Nógvar spentar støður
Í dystinum vóru nógvar spentar støður, sum dómarin skuldi taka støðu til. Hjá KÍ fekk Jonas F. Rasmussen tvey gul kort og tað var útilið illað nøgd við. Men einu ferðina vildi KÍ hava harðari revsing til Víkinga leikara eftir eina takling á miðvøllinum, og móti endanum vildi Víkingur hava brotsspark. Fleiri aðrar ferðir vóru áskoðararnir hjá báðum liðunum ónøgdir við ymiskar dómar hjá Eileri Rasmussen.
Eingin var nøgdur
Hjá KÍ hevur byrjanin í ár verið merkt av nógvum persónligum mistøkum. Og soleiðis var aftur í dag. KÍ hevur latið 6 mál inn higartil og har koma tey flestu av teimum undir antin sjálvmál ella stór persónlig mistøk. Jonas F. Rasmussen fekk sær tvey gul kort tíðliga í dystinum fyri tvær óvandamiklar støður hjá Víkingi og tað verður spennandi at síggja tær báðar støðurnar í 3-2 sendingini mánakvøldið, tí øll vóru ikki samd við hesum. Og móti endanum var eitt sjálvmál frá Mayowa Alli. Eisini í øðrum støðum vóru støður, har KÍ leikararnir gjørdu alt ov stórar feilir, ið kundu havt kostað. KÍ avrikið var annars gott í pørtum av dystinum, og liðið skapti nógvar møguleikar. Serliga løtuna áðrenn 3-2 málið hjá KÍ løgdu leikararnir hjá KÍ sera nógv fyri. Hjá Víkingi er verjuspælið í løtuni lítið sannførandi, men frameftir skapar liðið aftur í dag nokk av møguleikum. Hugburðurin er eisini góður á liðnum, tí liðið fellur ongantíð í fátt, hóast mótstøðuliðið kemur á odda við fleiri málum. Bæði KÍ og Víkingur kundu havt vunnið dystin í dag og helst angra bæði seg um, at tey ikki fingu øll trý stigini. Bæði liðini høvdu sínar góðu løtur í dystinum og ein javnleikur var í tráð við allar 90 minuttirnar. Dysturin hevði alt, sum ein grannauppgerð skal hava. KÍ liggur á 5. plássi við 5 stigum, meðan Víkingur liggur á 6. plássi við 4 stigum fyri 4 umfør.




