Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppdystur hjá kvinnunum í Klaksvík sunnudagin

Jákup Ósá

EB/Streymur/Skála vitjar í Klaksvík í toppdysti í landskappingini.

Kappingin um FM stendur aftur í ár millum hesi bæði liðini. Í steypakappingini dró KÍ longra stráið við at skora fleiri mál á útivølli. Í landskappingini eru liðini jøvn í stigum undan dystinum sunnudagin. KÍ hevur tó væl betri málmun og liggur á odda. Bæði liðini hava vunnið allar sínar dystir uttan innanhýsis dystin, sum endaði við javnleiki.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 12.30 og dómari verður Arni Rasmussen.