Sunnudagin verður toppdystur í bestu kvinnudeildini í flogbólti.
Fleyr og Mjølnir møtast í Gundadalshøllini. Og hóast Mjølnir hevur vunnið allar sínar dystir í ár, so liggur Fleyr á odda, hóast tær hava tapt ein dyst. Hetta skyldast nýggju skipanini, har settini hava avgerandi týdning fyri, um ein sigur gevur 3 ella 2 stig. Við øðrum orðum hevur Mjølnir vunnið fleiri teprar sigrar, sum ikki hava givið fult stigatal. Fleyr hevur 28 stig, meðan Mjølnir hevur 27 stig. Dysturin byrjar kl. 14.00. Kl. 16.00 spæla menninir hjá somu feløgum.




