Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Toppdystur í Klaksvík 2. páskadag í kvinnudeildini

Jákup Ósá

KÍ og EB/Streymur/Skála møtast í Klaksvík 2. páskadag.

Hetta eru tey bæði liðini í Betri Deildini hjá kvinnum, sum hava fult stigatal eftir trý umfør. EB/Streymur/Skála er oddalið við betri málmuni og eftir 6-1 sigurin á HB seinast, so eru verandi greipuvinnarar kanska favorittar at vinna, hóast talan er um dyst á útivølli móti mest vinnandi kvinnuliðnum.

 

Dysturin í Klaksvík byrjar 2. páskadag kl. 13.00 og dómari verður Dia Lamgauge. Tað er sjálvsagt treytað av, at tað verður spælandi fyri kava.