Nú fer kvinnudeildin í gongd aftur eftir summarsteðg.
Hóskvøldið verður toppdystur í Klaksvík. KÍ á 2.plássi fær vitjan av HB á 3.plássi. Vinnur KÍ dystin, so tekur KÍ oddasessin, tí oddaliðið ÍF/Víkingur/B68 spælir ikki og hevur frammanundan spælt ein dyst fleiri. HB kann við sigri fara framum KÍ.
Støðan í toppstríðnum undan dystinum er hendan:
1. ÍF/Víkingur/B68 24 stig
2. KÍ 22 stig
3. HB 19 stig
KÍ og HB hava leikt ein dyst færri enn ÍF/Víkingur/B68. Dysturin millum KÍ-HB byrjar hóskvøldið kl. 19.15.



