Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppdystur í Klaksvík sunnudagin í kvinnudeildini

Jákup Ósá

Oddaliðið EBS/Skála vitjar í Klaksvík hjá KÍ, sum eisini hevur fult stigatal.

Bæði KÍ og EBS/Skála hava vunnið allar sínar dystir í landskappingini og kappingin um FM sær út til at blíva millum hesi bæði liðini aftur í ár. Fimm ferðir skulu tey spæla ímóti hvørjum øðrum og fyrsta uppgerðin verður í Klaksvík sunnudagin, har vit helst fáa eina ábending um, hvat av liðunum er sterkari í ár. Undan dystinum hevur EBS/Skála spælt ein dyst fleiri og er tí 3 stig frammanfyri KÍ. Men vinnur KÍ hendan dystin, so verður KÍ nýtt oddalið, tí málúrtøkan er betri.

Toppdysturin byrjar kl. 12.30 og dómari verður Arni Rasmussen.

Harleywoodpaint