Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tór Verland Johansen settur sum kundastjóri á Sansum

Sansir

Sansir hava sett Tór Verland Johansen í starv sum kundastjóra. Tór Verland skal verða við til at menna samstarvið við kundarnar og tær tænastur, ið Sansir veitir.

Sansir hava sett Tór Verland Johansen í starv sum kundastjóra. Tór Verland skal verða við til at menna samstarvið við kundarnar og tær tænastur, ið Sansir veitir.

Tór Verland hevur síðani í november 2013 havt verkætlanarleiðsluna av arbeiðinum hjá Sansum í altjóða kappingini at branda Føroyar sum ferðafólkaland. Sansir vann kappingina saman við danska Liquidminds. Verkætlanarstarvið hevur verið eitt parttíðarstarv.

Tór Verland kemur úr einum starvi sum marknaðarleiðari í BankNordik, har hann millum annað stóð fyri rebrandingini av BankNordik í Danmark, eftir keypið av Amagerbanken.

Tór Verland hevur áður arbeitt á Sansum. Hann arbeiddi tá sum internet- og samskiftisráðgevi og eitt skifti sum leiðari á web-deildini.

Tór Verland er útbúgvin cand.mag. í informatiónsvísund frá Aarhus Universitet.

Tór Verland byrjar í starvinum 19. august.