Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tóra Dahl Sandberg: Gentuskótarnir í Klaksvík 50 ár

John William Joensen

Tann 4. februar í ár eru 50 ár liðin, síðani skótaliðið hjá KFUK í Klaksvík varð stovnað. Og í hesum sambandi kundi tað verið stuttligt at litið aftur til ta tíðina, skrivar Tóra Dahl Sandberg.

Tóra Dahl Sandberg:

Eg var sjálv við til at stovna skótaliðið – var sjálv ein av teim fyrstu skótunum.

Tað byrjaði við, at nakrir danskir gentuskótar komu á sumri 1958 til Klaksvíkar at vitja. Tær høvdu á ein ella annan hátt havt samband við Jóhan Nielsen, meðan hann hevði verið prestur í Keypmannahavn, og nú var tað hann, sum tók ímóti teimum í Klaksvík.

Um tað mundið vóru tvey skótalið í Klaksvík, teir grønu dreingjaskótarnir, KFUM-skótarnir, og teir gulu dreingjaskótarnir, skótalið Nólsoyar Páls, men eingir gentuskótar.

Ein av donsku gentuskótunum, Elna Gravesen at navni, varð verandi eftir í Klaksvík, tá ið hinar fóru niður aftur. Hon var við at fyrireika seg til eina sjúkrasystraútbúgving og vildi tí hava húsligt pláss sum arbeiðsgenta, og tað vildi hon fegin royna í Føroyum, og so lagaði tað seg soleiðis, at hon fekk starv hjá Betty Højgaard Justinussen, lærarinnu, og hon fekk innivist hjá Busch, presti, sum tá búði í húsunum hjá Hákuni Djurhuus á Ziskatrøð.

Seinni um heystið kom hon so eisini at arbeiða á sjúkrahúsinum í Klaksvík, áðrenn hon fór niður aftur at læra til sjúkrasystur.

Men meðan hon so starvaðist í Klaksvík, fekk hon tað hugskot, at hon fegin vildi halda áfram at vera skóti, men har vóru jú eingir gentuskótar. Elna helt so, at tað vóru ráð fyri tí, so kundi mann kanska stovna gentuskótar, og tað bleiv so soleiðis.

Eg kom í samband við Elnu á tann hátt, at Betty Højgaard spurdi meg ein dagin, um eg ikki kundi tosa eitt sindur við hesa donsku gentuna, sum var í húsinum hjá teimum, tí hon kendi jú ongan, um eg kanska ikki kundi taka mær eitt sindur av henni av og á, tá ið hon hevði frí. Soleiðis komu vit at kennast, og hon kom inn í tann felagsskapin, sum eg hevði. Eg hevði nakrar sera góðar vinkonur, og Elna kom við inn í flokkin har, og tað blivu so vit, sum komu at stovna skótaliðið. Vit vóru: Malan Matras Joensen, dóttir Jógvan læraran, sum búði norðuri á Biskupsstøð, og Torbjørg (kallað Alla) Hansen, sum var dóttir Martin hjá Berlinu, sum búði norðuri á Stongunum, og so var tað Jastrid Højbro, dóttir Jógvan Højbro, sum búði uppi á Heygum, og vit báðar, grannarnir, Jonhild Poulsen, dóttir Martin Poulsen, lærara, og eg, Tóra Dahl; vit báðar búðu eisini uppi á Heygum.

Vit hittust so alt heystið og allan veturin til fundar, har vit gjøgnumgingu skótalógirnar og skótalyftið og hoyrdu um, hvat tað var at vera skóti, og løgdu til rættis, hvussu vit skuldu gera, ella hvussu vit fegnar vildu hava, at okkara skótalið skuldi arbeiða. Vit vistu sjálvandi ikki tá, hvussu undirtøkan fór at vera, men meiningin var tann, at Elna skuldi vera liðførari, og so skuldu vit vera deildarførarar og hava hvør sína deild, viss tað komu so nógvar, at tað var nokk arbeiði.

Alt fyrigekk á donskum. Elna dugdi jú ikki føroyskt – allir sangir, sum vit lærdu, allir skótasangir og alt tað, vit lærdu, allar royndirnar, tað var jú danskt. Og tað kundi vera eitt sindur torført og óhóskandi til tað føroyska, men vit hugsaðu ikki so nógv um tað. Ikki fyrr enn vit rættiliga vóru byrjaðar við gentunum. Tað man kortini hava sýnst løgið hjá fólki, viss nakar hevur hoyrt okkum, tá ið vit trampaðu út eftir Oyrarvegnum og sungu ella sjengraðu:

”Den danske landevej er skabt for dig
og byder gæstfrit ly til alle.”

Men vit fingu roynt okkum, og tað var ikki fyrr enn sum skóti, eg lærdi nakað av umhvørvinum uttan um Klaksvíkina at kenna. Vit vóru ofta frálíkar túrar, vit kundu fara út í Taravík til dømis ella ein túr niðan í Strandadal, meðan vit sjengraðu:

”Bakke ned og bakke op
går vi frem i sluttet trop.”

Og vit upplivdu eisini at liggja í tjaldi uppi í Gravardali. Tað var spennandi fyri fyrstu ferð at sova í einum tjaldi, og ógvuliga stuttligt høvdu vit tað. Tað skal ein hava roynt: at vakna summarmorgun uppi í Gravardali, fara út í ánna at vaska sær so svøvnpískut, tað er nakað serligt.

Foreldrini tóku væl undir við øllum hesum her, og mammurnar fingu úr at gera at seyma búnar til okkum, tí ikki var lætt at fáa fatur á nøkrum liðugtseymaðum búnum; mann kundi jú bestilla tað niðrifrá úr ”Spejdersport”, men tað lá betur fyri hjá mammunum at seta seg at seyma, og so bestiltu vit hattar til búnan. Eg haldi, at búnin hjá summum av okkum var ógvuliga laggasíður, tá ið eg hyggi at myndunum, men øgiliga fínar hildu vit okkum vera undir hatti. Og tá ið búnarnir vóru lidnir hjá øllum, hittust vit hátíðarliga eitt kvøldið niðri í KFUM og K og góvu skótalyftið, og soleiðis vórðu vit skótar.

Vit høvdu frá byrjan sera gott samstarv við gentuskótarnar í Havn. Tann legendariska Jona Henriksen var jú KFUK-skrivari og leiðari fyri skótunum. Og vit hittust: tær komu at vitja til Klaksvíkar, og vit fingu loyvi til at koma til Havnar at vera við til ymiskar legur, bæði til KFUK og so eisini summarleguna hjá teimum á Ternuryggi, sum tá var langt uttan fyri Havnina, men sum í dag er mitt inni í býnum.

Í januar 1959 mettu vit um, at nú var alt til reiðar. So vit settu eina lýsing í Norðlýsið, hvar ið vit bjóðaðu til stovningarfund tann 4.februar 1959. Málsøkið vóru gentur í aldrinum frá tólv og uppeftir, og nú var einki annað at gera enn at bíða. Ógvuliga spentar vóru vit, hvussu luttøkan fór at vera. Eg má siga, at vit vóru bilsnar, tí okkurt um 70 gentur møttu hetta kvøldið og vildu gerast skótar. Hetta høvdu vit als ikki væntað, men gleðiligt var tað, at luttøkan var so stór. Vit høvdu tí frá degi til dags eitt frá byrjanini av stórt skótalið, gentuskótalið. Og genturnar vórðu nú býttar sundur í deildir. Eg fekk sjálv eina fjórðu deild við 10-12 gentum at taka mær av. Vit kallaðu deildina – okkum – ”Sóljan”. Deildirnar fundaðust eina ferð um vikuna hvør sær. Eina ferð um mánaðin hittust vit allar til ein stóran liðfund. Og nú var farið í holt við at læra genturnar, hvat ið tað var at vera skóti, og tær ymisku royndirnar, sum skuldu takast.

Eg fýltist stórliga á, at alt skuldi vera á donskum, eisini, tá ið skriv skuldu sendast út til genturnar, so var tað ofta á donskum. Tað var Elna, sum dikteraði, ella gjørdu vit tað í felagsskapi við dreingjaskótarnar hjá KFUM, og so var tað kanska Busch, sum dikteraði, og hann dugdi heldur ikki at skriva føroyskt. Eg minnist, at eg setti mær sjálvari fyri, í mínum stilla sinni, at í mínari deild har skuldu vit bara brúka føroyskt, og eg umsetti sjálv til okkara deild alt tað, sum var á donskum, og brúkti so tað føroyska í staðin fyri.

Men sjálvar royndirnar – tað gekk ein tíð, áðrenn vit fingu lagað tær til, so tær passaðu til tað føroyska umhvørvið, so oftani var tað kanska ikki altíð so lætt at fáa gjøgnumført hesar royndirnar. Eg minnist einaferð, Malan og eg skuldu taka eina av teimum torførastu royndunum – tað var, at mann skuldi fara út í náttúruna og savna tilfar til eitt bál og við tveimum svávulpinnum tendra eitt bál og halda eldin viðlíka. Og hetta er sjálvandi lagað eftir, at tú í tí danska umhvørvinum finnur greinar og sprek allastaðnis – tað er ikki so lætt hjá okkum. Men royndina skuldu vit taka, um vit skuldu fáa hetta fína merkið til búnan. Tað var so tað síðsta, sum okkum manglaði. Vit høvdu gjørt av at fara avstað ein sunnumorgun. Eg hevði sovið hjá Maluni um náttina. Vit fóru frá húsum, ja, ætlaðu okkum norður á Grønaból og høvdu verið so skrásikrar, at vit tóku bara eina eskju av svávulpinnum við tveimum pinnum í. Tað skuldi ikki vera nakað snítarí her. So fóru vit annars í gongd við at leita eftir onkrum, sum vit kundu tendra bál við. Ikki var nógv at finna, vit funnu tó okkurt: eitt sindur av turrum hoyggi, onkur fúnað træpetti og onkrar nævurskrukkur og eitt sindur av deyðagrasi og okkurt sovorðið, sum vit so bygdu upp til eitt bál. Nú var so bara eftir at fáa eld í. Malan skuldi royna við tí fyrsta svávulpinninum, og eg stóð klár við tí gamla fototólinum at fáa eina mynd, sum kundi vísa, at tað hevði eydnast okkum at kynda bál. Men vit leitaðu bæði uppi og niðri, og tað endaði við, at vit onga svávuleskju funnu. Vit høvdu gloymt hana eftir heima. Nú vóru góð ráð dýr. Alt ov langt var at fara heim aftur til húsa eftir svávulpinnum. Tí fóru vit oman til nærmastu hús, til garðin hjá Hans bónda, sum tá var fluttur norður hagar á Grønaból. Og vit bankaðu uppá og spurdu varisliga, um vit kundu lána tveir svávulpinnar og eina svávuleskju. Tveir svávulpinnar? Tað ljóðaði merkiligt. Men vit forkláraðu so, hvat ið vit skuldu brúka tað til. Jú, vit fingu so tveir svávulpinnar og eina svávuleskju. Hugaligar fóru vit niðanaftur móti bálinum. Men hvat? Meðan vit høvdu verið burturi og leitað eftir svávulpinnum, hevði seyðurin etið bálið hjá okkum. So tað bleiv einki merki hesa ferð. Og nakkalangar máttu vit aftur til húsar.

Fyri at koma aftur til tað við tí danska og tí føroyska, sum kundi vekja eitt sindur av stuttleika, so minnist eg einaferð, at – ja, tað var væl fyrstu ferð, at vit skuldu ganga í skrúðgongu, og tað bleiv so sent eitt felagsskriv út til okkum skótar, sum hildu til í KFUM og K. Og har minnist eg, at tað stóð – tað var skrivað á føroyskum, og Busch mundi hava ført orðið – og tá minnist eg, at tað stóð: ”Til dreingirnar: stuttir buksar krevast”. Tá haldi eg, at vit mótmæltu, tíbetur, haldi eg, tí mann mátti duga at skriva, tá ið mann skuldi senda okkurt út til almenningin.

Fyrstu ferð, vit fimm, Malan, Alla, Jastrid, Jónhild og eg, upptraðkaðu alment sum skótar í Klaksvík, var til eitt ungdómsmøti í KFUM og K. Tað var soleiðis tá í Klaksvík, at tá ið okkurt skuldi vera – møti, fótbóltsdystur ella hvat, ið tað var, – so varð lýst við tí – plakatir vórðu settar upp á pelarnar runt um í bygdini. Tað var serliga á trimum støðum: úti í Klaksvíksgarðinum, norðuri við pelan hjá Fjallheim og so yviri í Vági. Og har stóð so á pelanum:

”Ungdómsmøti verður í KFUM og K í kvøld.
Gentuskótarnir vísa korset.”

Hetta var, at vit stovningarfundin høvdu innført ein fittan sang, ein kristiligan sang, sum Elna hevði lært okkum, og sum var eitt slag av – ja, vit komu inn í salin við ljósum í hondunum, livandi ljósum, og so varð myrkt í salinum. Og hvørja ferð, vit sungu – tað vóru eini trý vers í sanginum – og hvørja ferð niðurlagið kom, myndaðu hesi ljósini ein kross. Og niðurlagið var soleiðis:

Her under korset knæler jeg ned
her under korset finder jeg fred
hvadend, der hænder mig, hvadend der sker,
her under korset jeg frygter ej mer.

Tað vóru vøkur orð, men nú stóð tað so undarliga, at genturnar vístu korset (tað skuldi staðið: krossin) – tað bleiv lisið sum korsett – og maður kom av húsi, hetta høvdu teir aldrin hoyrt fyrr úr KFUM og K, at gentuskótarnir vístu korsett…

Allur hesin genturiðilin – tað gekk ein tíð, áðrenn tær allar fingu búna, sjálvandi, tí tað skuldi alt samalt bíleggjast úr Danmark, og tað tók sína tíð. Og ta fyrstu skrúðgonguna, vit vóru til, tað má hava verið á Grækarismessu í 1959, minnist eg, at vit, sum skótabúna áttu, gingu í búna, vit fyrstu leiðararnir, og so gingu allar hinar genturnar, ein sannur riðil, í føroyskum, bundnum troyggjum, posatroyggjum. Og vit rúgvaðu væl upp í landslagnum. Vit gingu úr klaksvíksgarðinum og heim í Vág, har røða varð hildin. Kalt var at standa, minnist eg, hetta fyrsta grækarismessuhaldið hjá gentuskótunum. Og tað vórðu nógv síðani. Tá var ikki sum nú, hvar ið tað er bygt allan vegin, men tað var nógv meira opið, og mýran lá har við sóljum um várið, og Ósáin rann oman ígjøgnum mýrina niðan fyri KFUM og K. Uppi á Borðoyavík vóru eingi hús bygd. So áðrenn vit skuldu fara at ganga skrúðgongu, fóru vit niðan hagar at venja – niðan á Nýggjaveg, sum vit kallaðu tað. Niðan frá spinnarínum og yvir ímóti Gerðum marsjeraðu vit nakrar ferðir í takt við gentunum at royna at fáa tær at ganga í takt, tí tað er ikki bara sum at siga tað, tá ið mann ikki hevur roynt tað fyrr. Eg haldi meg minnast, at einir tveir av dreingjaskótunum vóru við og løgdu okkum lag á, hvussu vit skuldu ganga. Vit valdu sjálvandi økið haruppi, tí har kom sjáldan nakar bilur framvið. Har var eingin ferðsla. Hygg at Borðoyavík í dag…

Eg haldi, at á Norðoyastevnu høvdu tær flestu genturnar fingið skótabúnar. Vit høvdu eisini sett eitt foreldraráð, og frá teimum høvdu vit fingið eina flaggstong við tí føroyska flagginum á. Vit hildu eitt slag av vígslufundi við foreldrunum, tá ið vit fingu flaggið. Tey settu eina silvurplátu á stongina til minnis um hetta stovningarráðið. Hesum flaggi skuldu vit eisini læra at ganga við á skrúðgongu. Sum sagt haldi eg, at vit vóru ein ordiligur riðil av grønum gentuskótum í nýggjum búna og við flagginum, Merkinum, á odda á skrúðgonguni. Tað var ein stolt sjón at síggja.

Vinalagið við dreingjaskótarnar var ógvuliga gott, bæði við okkara egnu í KFUM og við Nólsoyar Páls-skótarnar. Oftani varð farið oman til teir gulu skótarnar aftan á eina skrúðgongu – oman í húsið hjá teimum at drekka kakao ella bara sita og hugna sær og syngja. Men hetta var jú ikki væl dámt av leiðsluni í KFUM og K. Í heila tikið, so høvdu vit góðar karmar í KFUM, men tey vóru ógvuliga strang um, hvat ið vit máttu og ikki máttu. Eg minnist, vit høvdu eina foreldraveitslu. Genturnar skuldu gera ymiskar smáleikir. Har var millum annað ein svensk vísa um ein sum, ja – ”En svensk konstabel fra Sverrig, som skød sig med en kanon”. Har høvdu vit so gjørt eina stóra papp-masjé-kanón. Og poengið í sanginum er, at hann ”tømte sin brændevinsflaske nede på en bastion og krøb så med sabel og taske på hovedet i en kanon”. Hann hevði eina sigar í munninum, so tendraði hann við sigarini, tá varð alt spjatt til lands og til vands, bæði buksur, knappar og jakkar og alt – og so endar vísan við ”en bukseknap fandt man i Polen, men det var nok inte hans”. Tað sluppu vit ikki at syngja. Tey søgdu, at vit skuldu hvørki nevna orðið brennivínsfløska ella sigar, so vit máttu broyta tekstin.

Fyrstu ferð, vit gingu Lusia-gongd – hetta var eitt Lusia-kvøld, har ið vit greiddu frá um ta heilagu Lusiu, søgdu søguna um hana, hvussu hon varð til halgimenni, og genturnar gingu við ljósum og sungu – varð eg kallað fyri ráðið og mátti ordiliga standa skúlarætt og forklára meg, um eg var katolikkur ella hvat… Tí tað var eg, sum var komin við hesum her hugskotinum. At eg skuldi vera katolikkur, bara tí at vit skuldu halda eitt Lusia-kvøld, tað haldi eg var nóg so ógvisligt, men soleiðis mátti mann svara fyri seg.

Upp á sama máta – tað var freistandi við hvørt, um veðrið var gott, og vit kanska fóru oman á hondbóltsvøllin at spæla eitt sindur av hondbólti í staðin fyri at sita inni. Og so gingu vit her og runnu og spældu bólt. Aftaná kundu vit kanska seta okkum oman í mýrina ella niðri við ánna, oman millum sóljurnar og gera bál og sita har og syngja. Men tað var ikki væl dámt, at vit sótu so. Vit skuldu ikki renna runt á vøllinum við berum ørmum og heldur ikki sita niðri við alfaraveg við legubál og syngja og so slettis ikki so nær við ”lastens hule”, sum Akursmørk skuldi eitast at vera – ein kaffistova – men hvat fyrigekk har? tað var vist ikki so forferdiliga ógvisligt. Men tað blivu vit øgiligt ávaraðar um, at har máttu vit ikki fara. Tað var tó eitt undantak millum hesi, ein, sum altíð var við tí góða orðinum, tað minnist meg væl afturá. Tá ið hini gingu við gron og kanska vóru óð inn á okkum, so var hann ofta við tí góða orðinum og skavaði útyvir og segði: ”Ja, ja, men tey eru ung, og tey gera eitt flott arbeiði –” tað minnist eg, tað var Dorius á Húsum. Hann var ein ógvuliga fittur maður.

Nógv var at fyrireika, og tað fyrsta summarið skuldu vit hava okkara fyrstu summarlegu. Vit høvdu endiliga funnið eitt pláss: tað skuldi vera í Gøtudali. Vit høvdu fingið okkum fýra ella fimm tjøld til vega, sum vit ætlaðu, at tær størstu genturnar skuldu sova í. Síðani høvdu vit fingið loyvi til at lána ella leiga tey gomlu húsini hjá Øregaard, sum lógu í Gøtudali – púra einsamøll – á leið har, sum vegurin í dag fer úr Gøtudali niðan í tunnilsmunnan til Leirvíkstunnilin. Men tá – í 1959 – var tað eitt ógvuliga oyði stað. Tað var langt millum bygdir, tað var langt oman til Gøturnar, tað var langt til Fuglafjarðar og langt til Leirvíkar – tað lá langt úti millum fjalla, men vegurin gekk so fram við økinum har. Nú var nógv, sum skuldi fyrireikast. Í hesum vóru vit heilt óroyndar. Bara tað at skula rokna út, hvussu nógvan mat, vit skuldu hava við. Alt skuldu vit hava við okkum – til eina heila viku. Og hugsið tykkum: einki kuldaskap, eingin fyristiboks, og tað ringasta av øllum – eingin telefon. Tá ið vit vóru komnar á leguna, vóru vit burtur frá øllum. So neyvt skuldi roknast út, hvat ið okkum fór at nýtast. Tær stóru genturnar skuldu sum sagt liggja í tjøldunum, og tær smáu skuldu sova inni í teimum húsunum, sum vit høvdu fingið loyvi til at læna.

So var tað farturin. Har sluppu vit ógvuliga lætt, bíliga, tí Kjølbro lovaði okkum eitt av sínum skipum – tað var ”Poppy” – sum vit fingu frítt at flyta okkum við øllum draslinum og øllum gentunum á kajina í Gøtu. Kjølbro átti eisini tríggjar abbadøtur við í skótaliðnum. Hetta hjálpti so væl. Og ein vakran sólskinsdag stevndu vit glaðar út av vágni syngjandi:

Eins og áarstreymur rennur vallarhugurin hjá mær,
og í barmi mínum brennur longsul út um bygdagarð,
eg vil skoða villar víddir, eg vil njóta sól og vind,
fagurt hagin nú er skrýddur, lætt fer lot um fjallatind.

Nógv fólk vóru á Gøtukaj, tá ið vit løgdu at, og sóu henda riðilin av gentum koma í land í grønum búnum og við einari forferdiligari mongd av drasli. Har vóru pappeskjur við vørum, og har vóru tjøld, og har var flaggið, sum vit nú bóru í húnarhátt á odda, meðan vit gingu í skrúðgongu niðan ígjøgnum bygdina, niðan ígjøgnum dalin til leguplássið. Ein lastbil høvdu vit fingið til at koyra okkum viðførið niðan.

Á leguplássinum fingu vit tann fyrsta skelkin: húsini, sum vit skuldu vera í, og sum skuldu vera álitið, vóru ikki annað enn ein kroysa, sum var um at detta niður. Í kjallaranum var eingin hurð. Kjallarahurðin var burtur, og fleiri rútar í kjallaranum manglaðu, og tað vóru eisini brotnir rútar í erva. Men vit hugsaðu sum so, at veðrið var so gott, tað var mest úti, vit skuldu vera. So skitt við tí, nú vóru vit komnar og fóru glaðar at reisa tjøldini og at fáa okkum ein góðan drekkamunn og heimabakaða kaku afturvið.

Genturnar vóru sum kát lomb og reikaðu runt í økinum. Men skjótt kom róp í, tí vit høvdu bert verið har eina løtu, nú var hend ein vanlukka. Ein teirra var lopin út á ein so vakran grønan blett, sum hon trúði var ein vøllur. Men tað vísti seg, at tað var ein gamal køstur, sum var at kalla botnleysur, og har datt hon niður ígjøgnum og fór undir í hesi mykjuni. Tíbetur varð hon hálað uppaftur og fekk ongan skaða. Men búni og øll gentan máttu spulast við slangu.

Oman ígjøgnum dalin rann ein á, ein fitt, lítil tutlandi á, og hagar fóru vit allar yvir at vassa og stuttleika okkum í sólskininum. Um kvøldið gjørdu vit legubál. Har var legubálssangurin, sum er yrktur til gentuskótarnar í Klaksvík, sungin á fyrsta sinni. Tað er pápi mín, Óli Dahl, sum hevur yrkt ella rættari sagt umsett sangin úr donskum. Vit vildu ikki syngja danskar legubálssangir, nú vit skuldu út í ta føroysku náttúruna, so eg hevði biðið hann um at gera okkum henda sangin, og hann lóðar soleiðis (lag.: ”In einem kühlen Grunde”…):

Nú sloknar glóð á báli,
nú dagur lokin er,
eg finni Gud á máli,
í bøn hann hjá mær ver.

For alt, ið tú os gevur,
eg takki tær, o Gud,
for ljós og lív og legu,
sum tú mær gavst í lut.

Gev tú í nátt oss øllum
tín’ vernd og kærleika,
lat yvir tjøld á vøllum,
nú náttarfrið vit fá.

Tað ljóðaði so vakurt, tá ið genturnar sótu har í kvøldarkvirruni og sungu, men tað bleiv so sum so við náttarfriðinum. Har var levint og gangur, tá ið genturnar skuldu fara at leggja seg í tjøldini. Og spennandi var hetta her hjá mongum – at skula sova úti fyrstu ferð. Men tað, sum verri var, var, at runt í bygdunum høvdu tey frætt, at gentuskótar lógu og svóvu í Gøtudali. Har komu bilar í heilum við ungum monnum, sum royndu at lokka genturnar at koma við út at koyra túr. Tað var besti sportur. Og har var ein øgilig tútan av bilum. So tað endaði við, at ta fyrstu náttina máttu Elna og eg ganga vakt og sluppu tískil als ikki í song. Genturnar vóru í okkara varðveitslu. Har mátti einki koma upp á tær. So máttu vit heldur bróta svøvn.

Men hetta at koyra bil var jú so spennandi, og tað var ikki so vanligt at ferðast tá í tíðini sum nú. Og nógvar av gentunum høvdu til dømis ongantíð verið inni á Skálafjørðinum. Tí gjørdu vit av at leiga tveir lastbilar at koyra okkum út á Strendur, har ið havnarskótarnir vóru á legu. So kundu vit samstundis vitja tær. Vit skundaðu okkum at smyrja matpakkar og tóku saft við. Síðani fingu vit allar genturnar upp á lastbilarnar. Tær fingu boð um at sita niðri í lastini og halda væl og fast í, har tær kundu. So varð farið avstað.

Ógvuliga stórt ovfarakæti var á okkum øllum, tá ið vit koyrdu runt um Skálafjørðin. Eg minnist, vit sungu úr einari bygd í aðra: ”Góðan dag Skipanes, góðan dag, eg síggi teg aftur, eg veit ikki nær, góðan dag Skipanes, góðan dag.” Og so víðari inneftir: ”Góðan dag Skálabotn, góðan dag” og so víðari ”Góðan dag Skála, góðan dag” og heilt út á Strendur. Tá ið vit vóru á veg heimaftur, sungu vit umaftur: ”Farvæl Strendur, farvæl, eg síggi teg aftur, eg veit ikki nær, farvæl…” Og soleiðis ígjøgnum allar bygdirnar, vit komu fram við. Ein øgiligur sjongur og látur.

Tá ið vit komu aftur til leguplássið í Gøtudali, fór at regna av grimd, og vit ivaðust í, hvat vit skuldu gera, um vit skuldu lata nakran sova í tjøldunum um náttina. Men tað bleiv til tað, tí trongt hevði verið innandura í húsunum, um allar skuldu havt verið í teimum.

Regnið bara versnaði, og eg fór at sakna gummistivlarnar hjá mær. Eg var so gáloysin, at eg var farin heimanífrá við ongum gummistivlum. Eg hevði lagt gentunum eina við, at tær skuldu ið hvussu so er hava gummistivlar við og regnklæðir á leguna. Regnklæðir hevði eg, men gummistivlarnir stóðu eftir í vaskirúminum, og eg hevði bara hvítar løriftskógvar. Hetta var ikki serliga gott, tí skjótt vassaðu vit í evju rundan um húsini, og eg var tøssvát um beinini.

Næsta morgun nú kemur skelkur í alla leguna. Ein maður kemur í oljuklæðum gangandi eftir vegnum niðan ímóti húsunum og bankar uppá, tí hann hevur eitt telegramm. Maðurin kom úr Gøtu frá telefonstøðini. Telegrammið var sent úr Klaksvík, og telegrammið var til mín. Eg og allar tær vaksnu genturnar fóru upp at ristast, tí vit hildu, at nú var okkurt hent heima hjá okkum, at telegramm skuldi koma. Og Elna var ógvuliga skelkað og rópti meg í einrúm við telegramminum. Hon vildi fegin hjálpa mær at lesa hetta telegrammið. Vit fóru so inn í eitt lítið kamar fyri okkum sjálvar. Uttanfyri stóðu hinar spentar og lurtaðu. Kaldasveittin sprýkti út um allan kroppin á mær, og Elna var líkbleik, tá ið hon las telegrammið: ”Stivlarnir eru sendir við Pride. Avheinta teir. Pápi.”

Á denn látur, ið tá bleiv. Men Elna skeldaði óð. Hon helt kortini, at hetta var ógvuliga væl umhugsað av mínum fittu foreldrum. Tey vistu, hvussu veðrið nú fór at vera við regni, og at eg ikki fór at kunna ganga eina heila viku vát um beinini. So væl komu gummistivlarnir við, tá ið teir vórðu avheintaðir niðri við Pride. Men ofta grinu vit seinni at hesum telegramminum. Hugsa sær í dag, hvar ið mann sendir ”SMS” hvørt minutt – alt samdøgrið verða ”SMS” send. Vit vóru har í eina heila viku og høvdu onga telefon, ongan møguleika at geva boð frá okkum ella siga frá, um nakað skuldi verið áfatt.

Tað vísti seg seinni, at tað bleiv ein sonn ódn teir komandi dagarnar. Og endin var tann, at fólk í Gøtu hildu tað vera óforsvarligt, at vit lógu har uppi í dalinum í hesum vánaligu húsunum. So maður fór av húsi í Gøtu, oljuklæddir, at flyta genturnar burtur og fáa tær oman í húsini í Gøtu, har tær vórðu hýstar. Og ógvuliga blíð vóru Gøtufólk, tað skulu tey eiga. Og vit vaksnu, elstu, sum vóru við til at stovna skótaliðið, vóru verandi eftir á borgini í Gøtudali og ansaðu eftir viðførinum hjá okkum og hjá gentunum. Fleiri rútar fóru, so harðført var tað, og menninir hjálptu okkum at negla uppfyri. Og tað var ræðuligt at sita í húsunum og hoyra hvirlurnar fara oman ígjøgnum Gøtudal. Og áin, sum hevði verið ein lítil áarløkur, tá ið vit komu á leguna, var nú ein stór, fossandi grumsut á á at líta. Tann eina morgunin, tá ið vit vaknaðu , var eitt ræðuligt rumbul í kjallaranum. Tað vísti seg, at har var ein tarvkálvur komin at kroka. Ikki veit eg, hvar ið hann var komin frá. Hann var ikki soleiðis at fáa útaftur.

Alt endaði tó væl, og vit komu í øllum góðum aftur til Klaksvíkar aftan á eina minniliga legu, hvar ið vit høvdu lært, at tað er ikki bara sum at siga tað at reisa tjøld í føroysku náttúruni, sjálvt mitt um summarið.

Seinni upplivdu vit frálíkar legur í Danmark, bæði í Viborg og á Fjóni til dømis. Eg minnist, at á einari av legunum høvdu vit gjørt eitt so vakurt portur inn til leguøkið, har sum vit við greinum høvdu skrivað Føroyar á portrið. Og so høvdu vit øðrumegin hongt eina greipu av turrum fiski og hinumegin einar rotuskógvar við reyðum tveingjum. Og drottning Ingrid og Benadikta komu at vitja og komu inn og tosaðu við okkum føroyingar. Benedikta hugdi eftir skónum, rotuskónum, sum hon helt vera ballettskógvar. Men tann turra fiskin var eingin av teimum, sum nam við. Vit høvdu eisini ta æru og gleði at vera við til at taka ímóti Lady Baden-Powell, konu Robert Baden-Powell, sum stovnaði skótarnar. Hon kom við á eina av legunum og tosaði við okkum skótar. Tað var eitt stórt upplivilsi.

Tá ið mann hugsar aftur á hesi skótaárini, er nógv stuttligt og hugnaligt at minnast. Og serliga vil eg minnast ta fyrstu tíðina, sjálvandi, tí tað var ein slóðbrótandi tíð, har ið nakað varð sett í verk. Tað er gleðiligt at hoyra, at tað enn er lív í gentuskótunum, sum vit vóru við til at stovna fyri 50 árum síðani. Mær gav tað eitt gott vinalag við allar tær, sum vóru við frá byrjanini av. Elnu misti eg tíverri sambandið við fyri fleiri árum síðani, so eg veit ikki, hvar ið hon er í verðini. Og fyri tveimum árum síðani máttu vit siga farvæl við Jastrid, sum fór í Harrans hendur. Vit drýpa høvur og minnast Jastrid við takk eisini fyri ta tíð, vit høvdu saman við henni sum skótar. Til Maluna, Allu og Jónhild ganga tankarnir nú serliga á fimmti ára stovningardegnum – takk fyri alt gott og stuttligt, vit hava havt saman sum skótar. Og til tykkum, sum eru skótar og skótaleiðarar í dag: hjartaliga tillukku við fimmti-ára føðingardegnum. Eg ynski tykkum Harrans signing í arbeiðnum og at arbeiðið má halda fram í nógv ár enn.