Tórbjørn Jacobsen spurdi m.a. um, hvussu rúgvismikil danska ríkisveitingin var í krónum áðrenn skorið varð í hana pr. 1. januar 2002, og hvussu stórur partur danska ríkisveitingin lutfalsliga var tá tá av løgtingsfíggjarlógini og av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, og tað sama viðv. 2003 og nú í nýggjari tíð (seinast uppgjørda ár). Somuleiðis spyr Tórbjørn um, hvussu stórur blokkurin hevði verið, um hann ikki varð skerdur, og hvørjar avleiðingar tað hevði havt, um blokkurin varð skerdur komandi 4 árini.
Jørgen Niclasen svarar soleiðis, at: Ríkisveitingin var um 995 mió. kr. í 2001. Ríkisveitingin á 995 mió. kr. í 2001 svaraði til um 10% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) í 2001, sum tá var um 9,5 mia. kr. Útreiðslurnar hjá landskassanum í 2001 vóru um 3 mia. kr., og inntøkurnar vóru um 3,7 mia. kr. Ríkisveitingin var tí um 27% av inntøkunum og um 33% av útreiðslunum hjá landskassanum í 2001.
Síðani sigur fíggjarmálaráðharrin, at “torført er at sammeta ríkisveitingina við inntøkur og útreiðslur hjá landskassanum býtt á ár síðani ár 2000, tí kommunurnar hava yvirtikið fleiri stór ábyrgdarøki frá landinum síðani aldaskiftið. Ein rættari sammeting hevði verið at hugt eftir ríkisveitingini sammett við tað almenna tilsamans, tað er land, kommunur og sosialir grunnar.”, men sigur so, við hesum fyrivarnum, at “ríkisveitingin var um 18% av inntøkunum og somuleiðis um 18% av útreiðslunum hjá landskassanum í 2003. Ríkisveitingin var um 6% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni í 2003.”
Til triðja spurningin ljóðar svarið: Síðsta uppgerðin av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni er fyri árið 2019. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan var um 20,9 mia. kr. í 2019. Ríkisveitingin var um 632 mió. kr. í 2019. Ríkisveitingin var um 11% av inntøkunum og um 12% av útreiðslunum hjá landskassanum í 2019. Ríkisveitingin var um 3% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni í 2019.
Til spurningin um, hvat blokkstuðulin hevði verið, varð ongin broyting gjørd, er svarið: “Ríkisveitingin var 973 mió. kr. í ár 2000. Varð eingin broyting gjørd henni viðvíkjandi síðani ár 2000, hevði ríkisveitingin sostatt framvegis verið 973 mió. kr. Inntøkurnar hjá landskassanum eru mettar til um 5,8 mia. kr. í 2021. Sostatt hevði ríkisveitingin verið um 17% av inntøkunum hjá landskassanum. Siga vit hinvegin, at ríkisveitingin varð prístalsjavnað við 2% árliga frá ár 2000, hevði ríkisveitingin verið um 1,5 mia. kr. í 2021 ella um 26% av mettu inntøkunum og um 24% av mettu útreiðslunum hjá landskassanum í 2021.”
Og hildið verður fram: “Føroyska bruttotjóðarúrtøkan var um 20,9 mia. kr. í 2019. Sostatt hevði ríkisveitingin verið um 5% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Siga vit hinvegin, at ríkisveitingin varð prístalsjavnað við 2% árliga frá ár 2000, hevði ríkisveitingin (1,5 mia. kr.) verið um 7% av mettu bruttotjóðarúrtøkuni í 2021.”
Seinasti spurningurin er torførari at svara, sigur fíggjarmálaráðharrin. Hann sigur, at “Til ber ikki at siga við vissu, hvørjar tær fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar høvdu verið, um tað, sum nú er eftir av donsku ríkisveitingini, hevði verið laðað niður við einum fjórðingi hvørt árið frá 2022 til 2025. Talan er í hesum føri um tilhugsað tankaspæl. Eingin veit, hvørjar tær fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar høvdu verið av hesum.
Í fyrra lagi er greitt, at inntøkurnar hjá landskassanum frá ríkisveitingini høvdu minkað um 158 mió. kr. árliga frá 2022 til 2025. Við verandi útlitum fyri gongdina í búskapinum og fyri inntøkur og útreiðslur hjá landinum kann roknast við, at landskassin hevur hall í 2022 og møguliga lítið avlop í 2023. Hetta merkir, at vórðu ikki onnur stig tikin fyri at hækka inntøkurnar hjá landinum frá 2022 og fram, hevði landskassin havt størri hall í 2022 og hevði aftur havt hall í 2023 og 2024.
Neyðugt hevði verið við tiltøkum (sparingum ella inntøkutiltøkum) frá 2022 og fram fyri ikki at hava ov stór hall frá 2022 til 2024.”
Gerast skal vart við, at svarið er stytt nakað í mun til aftursvarið frá fíggjarmálaráðharranum. Alt svarið kann lesast í fullum líki á heimasíðuni hjá Løgtinginum.



