Spurningarnir venda sær til landsstýriskvinnuna í innlendismálum, Anniku Olsen, til løgmann, Kaj Leo Johannessen, og til landsstýriskvinnuna í mentamálum, Helenu D. á Neystabø,
Munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 22. oktober 2008:
• Spurningur til landsstýriskvinnuna í innlendismálum, Anniku Olsen:
Hvør er politiska ætlanin hjá innlendismálaráðharranum, nú ein kommisión skal verða liðug við eitt álit hesum viðvíkjandi á ólavsvøku 2009, hvør er ella verður arbeiðssetningurin hjá kommisiónini og hvørjar politiskar hugsanir og ætlanir hevur politikarin í Ráðnum um útjavning, blokkstuðul og útlegging av eitt nú eldraøkinum, fólkaskúlanum, vegakervinum o.ø., sum nevnt er í samgonguskjalinum. Nær kann roknast við at kommisiónin fer til verka?
Viðmerkingar:
Nú kommunuval er í hondum, hevði tað ivaleyst verið gagnligt fyri tey, sum ætla sær at gerast kommunupolitikkarar, at vita, hvat fer at henda á kommunala økinum í valskeiðnum komandi. Í samgonguskjalinum verður ein kommisión fráboðað, sum longu á ólavsvøku komandi skal vera liðug við eitt álit, ið skal vera grundarlag undir einum reformi, sum skal setast í verk 1. januar 2011.
Tað mest vanliga svarið í føroyskum politikki er, at málið er farið í nevnd, og at onki svar finst fyrrrenn nevndin er komin á mál við sínum arbeiði. Hetta er ein óheppin gongd, og eitt prógv um, at politikkarar í alt størri mun gerast partar av miðfyrisitingini og ikki politiskar leiðarar í ráðunum, soleiðis sum ætlað var.
Nú vænta vit, at verandi innlendismálaráðharri ætlar at ganga aðra leið, og tí má roknast við, at hon kann boða frá, hvørjar kommunalpolitiskar ætlanir hon hevur, og hvønn veg arbeiðssetningurin hjá nevndini fer at venda politiskt, táið hann einaferð er búgvin til at gerast grundarlag undir nevndararbeiðnum, um so er, at hann ikki longu er greiddur úr hondum.
• Spurningur til løgmann, Kaj Leo Johannessen:
Hvørjar væntanir hevur løgmaður um møguleikarnar fyri einum komandi føroyskum EFTA-limaskapi, eftir at umboð fyri limalondini hava vitjað í Føroyum, serliga eftir útsagnirnar hjá sveisiskum tingmanni í Útvarpinum, um møguleikar forðingar, og hvørja leið ætlar politiski oddviti samgongunnar at halda í Europa-politikkinum, um fólkarættarligi spurningurin gerst ein avgerðandi barriera fyri, at Føroyar gerast limur í EFTA-felagsskapinum?
Viðmerkingar:
Tað hevur verið trupult hjá uttanfyristandandi at finna útav, hvør uttanríkispolitikkurin hjá sitandi samgongu er, og hvør ið veruliga stjórnar honum. Landsstýrismaðurin í resortini hevur higartil ikki gjørt annað, enn at fylgja slóðini hjá undanmanninum, og at elta fyrireikingarnar, sum longu vóru gjørdar fyri hansara tíð í sessinum.
Landsstýrið hevur sett eitt hálvt ár av til kanningararbeiði um møguleikan fyri EFTA-limaskapi, og útsagnirnar hjá sveisiskum tingmanni í Útvarpinum benda ikki á, at teirra støða er avgreidd fyri tað tíð. Til tað er spurningurin, m.a. um fólkarættarligu støðu Føroya, alt ov torgreiddur.
Spurningurin verður settur løgmanni, táið tað er ógvuliga trupult at finna útav, hvør ið veruliga rekur uttanríkispolitikkin fyri Føroyar í løtuni. Um tað er løgmaður, sum sást tingast við EFTA-umboðini, um tað er vinnumálaráðharrin, sum hevur havt politiskar tingingar um marknaðaratgongdina til Russland við ein vanligan handilsattaché á russisku sendistovuni í Keypmannahavn, ella tað er fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum – Edmund Joensen. Tað frættist, at føroysk vinnuáhugamál skulu hava fingið at vita, á fundi við landsstýrið, at omanfyrinevndi fólkatingsmaður skuldi taka sær av at loysa trupulleikarnar viðvíkjandi Russlandi, á eini ferð saman við uttanríkispolitisku nevndini hjá Fólkatinginum. Signalini eru ógvuliga fleirtýðug, og tað kennist, sum ongin samskipan er á uttanríkispolitiska økinum yvirhøvur. Hartil er tað ógvuliga ivasamt, um tey føroysku og donsku áhugamálini mótvegis Russlandi eru tey somu – í aktuella málinum um handilsstongsul.
Í blaðgrein í vikuskiftinum er fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, Føroya løgmaður frá 1994-1998 og núverandi fólkatingsmaður rættiliga opinskáraður, fyri ikki at siga bersøgin, har hann boðar samgongupartnarum sínum frá, at:
Hóast landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum eftir øllum at døma hevur læst seg fastan í EFTA-rásini, veit hann, at hetta er ikki tað, ABC-flokkarnir hava avtalað um Europapolitikkin. Í samgonguskjalinum, sum vit skulu halda okkum til, er ásett, at tveir møguleikar fyri at nærkast Europa skulu kannast, báðir um eina leið. EFTA er bert annar av hesum møguleikum. Hin møguleikin er at nærkast Europasamveldinum, og í samgonguskjalinum stendur, at ein skjóttarbeiðandi serfrøðingabólkur skal "greina allar møguleikar fyri tilknýti til ES, herundir eisini hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av ES". Við øðrum orðum skal landsstýrið skjótast møguligt taka upp samband við ES til tess at kanna, um og hvussu, Føroyar kunnu gerast partur av ES.
Ikki fyrr enn hetta er gjørt, skal landsstýrið taka støðu til, hvørja leið Føroyar skulu halda. ES hevur sent Føroyum greið tekin um, at tað ber til at finna eina smidliga loysn fyri, at vit kunnu nærkast ES og fáa munandi betri atgongd til ES-marknaðin.
Landsstýrismaðurin við uttanlandsmálum veit hetta, og hann kundi hóskandi farið til verka so, sum samgonguflokkarnir hava avtalað.
Blaðgreinin hjá Edmundi Joensen samsvarar væl við orðingina í samgonguskjalinum, og táið tað kann vera serstaka óheppið, at eitt land ikki er samt í uttanríkispolitikkinum, eigur løgmaður, sum politiskur samskipari, at siga okkum, hvønn vegin Føroyar fara í mun til Europa. Væntar hann, at vit gerast EFTA limur sum danskt hjáland, ætlar hann at skipa Føroyar sum eitt fullvaldaríki, um tað verða upptøkutreytirnar, ella ætlar hann at ganga leiðina, sum fólkatingsmaðurin leggur fram í blaðgreinini, møguliga at gerast limur í Europasamveldinum, og um so er, verður tað sum sjálvstøðugur limur ella sum partur av danska limaskapinum. Hetta eru spurningar sum øll seta sær í hesum døgum, og tað má vera eitt krav frá fólkinum og politisku skipanini, at hesir spurningar vera svaraðir.
• Spurningur til landsstýriskvinnuna í mentamálum, Helenu D. á Neystabø:
Hvørji átøk hevur landsstýriskvinnan gjørt fyri at loysa íkomna málið um tíðindaredaktiónirnar í Kringvarpi Føroya, og hvussu tulkar hon kringvarpslógina hesum viðvíkjandi, og kann hon gera greiði á, um tað frameftir verður ein ella sum politiska ætlanin var, tvær fult og heilt sjálvstøðugar tíðindaredaktiónir í útvarpi og sjónvarpi?
Viðmerkingar:
Táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, tók avgerð um, at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn. Tað er ongin loyna, at partar av andstøðuni, m.a. Tjóðveldi, vóru ivasamir, um hetta var rætta leiðin at ganga. Fyri at fáa frið um hetta málið, í mong ár framyvir, valdu vit tó at gerast partur av stórari politiskari semju, sum væntandi kundi stabilisera kringvarpsøkið. Eftir mikið stríð og strev í mentanarnevndini, og viðgerðir í tinginum, fekst ein semja, sum ein óvanliga stórur partur av tinginum atkvøddi fyri, m.a. allir teir stóru flokkarnir. Nógv var tosað um hesa søguligu fjølmiðlasemjuna, sum skuldi halda í 10-15-20 ár frameftir. Eitt mál, sum mentanarumboðini hjá Tjóðveldinum løgdu serliga stóran dent á, var, at tíðindaredaktiónirnar á fyrrverandi stovnunum framhaldandi vórðu riknar sum skipaðar sjálvstøðugar eindir, í øllum lutum leysar av hvørji aðrari. Hildið varð, at hesar einastu redaktiónirnar, ið ikki kundu ákærast fyri at renna ørindi fyri m.a. handilslig, politisk og átrúnaðarlig áhugamál, á henda hátt skuldu verjast fyri monopolisering av tíðindastreyminum.
Í áltinum varð tí mælt til, at §6, stk. 2., var broytt frá:
§ 6. Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu- og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya.
Stk. 2. Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær tíðindaeindir.
Til:
Í § 6, stk. 2 verður aftaná “tvær” sett: “sjálvstøðugar”
Endamálið var sambært álitinum: “Nevndin hevur lagt stóran dent á, at tað verða tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir í Kringvarpi Føroya. Fyri at staðfesta, at tíðindaeindirnar vanliga skulu arbeiða hvør sær, og fyri at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum soleiðis, at føroysku samfelagsviðurskiftini verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt, skjýtir nevndin upp at broyta § 6, stk. 2 soleiðis, at orðini sjálvstøðugar tíðindaeindir verða sett inn.”
Táið atkvøtt varð við triðju viðgerð, vóru 26 atkvøður fyri broytingaruppskotinum hjá eini samdari mentanarnevnd, ímeðan 3 vóru blankar og 2 ímóti broytingaruppskotinum.
Nú tykist tað, sum at onnur enn tey, ið gjørdu hesa semjuna, fyri politisku flokkarnar, eru farin at tulka hana heilt øðrvísi enn hon var hugsað og samtykt. Hetta kann ikki skiljast sum annað enn brot á eina ógvuliga greiða semju og samtykt á Føroya Løgtingi. Tað tilkemur ikki tilvildarligum løgfrøðingum, landsstýrisfólkum, kringsvarpsstýri ella stovninum sjálvum, at tulka kringvarpslógina øðrvísi enn hon var samtykt. Ætlar landsstýriskvinnan at lata standa til, er semjan brotin, og ongin ivi er um, at hon gongur beint ímóti løgtingsins vilja í málinum. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at lóggevandi valdið fær at vita, hvussu útinnandi valdið ætlar at umsita samsvarandi kringvarpslógini í hesum føri.
• Spurnignur til løgmann, Kaj Leo Johannessen:
Eftir harðliga almenna orðaskiftið, um fiskuvinnupolitikkin hjá verandi samgongu, varð málið tikið upp á landsstýrisfundinum hin 13. oktober 2008. Niðurstøðan hjá løgmanni var sambært heimasíðu hansara: ”Á fundinum umrøddu vit eisini úttalilsið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni. Landsstýrismaðurin og landsstýrið eru samd um, at úttalilsi er óheppið, tí tað kundi elva til misskiljingar. Landsstýrið hevur eina felags fatan av, at felags stev er neyðugt.” Hvørjar misskiljingar hava útsagnirnar hjá Jacob Vestergaard verið atvoldin til, og hvussu skal útsøgn løgmans skiljast í fiskivinnupolitiskum høpi, táið hann sigur, at landsstýrið hevur eina felags fatan av, at felags stev er neyðugt?
Viðmerkingar:
Eftir at landsstýrismaðurin í Vinnuvitan og síðani í Útvarpinum, ógvuliga greitt hevði boðað frá, hvør fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni var, kom øði í grindina. Helst komst tað av tí sannroynd, at hann var so serstaka ærligur og bersøgin um, hvønn politikk hann ætlaði sær at reka í Ráðnum og á økinum, sum m.a. Javnaðarflokkurin hevði latið honum upp í hendi at stjórna. Sjáldan hevur ein landsstýrismaður verið so klokkuklárur í framtíðarkósini á sínum politikkøki, so greiður, at har var ongin sum helst møguleiki fyri misskiljingum yvirhøvur.
At kósin var snarað 180 stig, í mun til politikkin hjá undanfarnu samgongu, má eisini virðast, tí øll kenna fiskivinnupolitikkin hjá Fólkaflokkinum. Samstundis skal havast í huga, at Javnaðarflokkurin, sum legitimeraði seg við fiskivinnupolitikkinum hjá CHE-samgonguni, hevur mist alla politiska ávirkan, eftir at fyrrverandi løgmaður snópisliga varð kollrendur undir tingingunum um nýggja samgongu. Tó loypti hetta øði í forkvinnu vinnunevndarinnar, Katrina Dahl Jacobsen, sum í Útvarpinum boðaði frá, at útsagnirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í bráðskundi longu vóru tiknar upp til viðgerðar í sonevndu ”lítlu samgongu”, og har hevði løgmaður lovað samstarvsfeløgunum, at málið varð tikið upp sum eitt disciplinermál á komandi landsstýrisfundi. Táið forkvinnan segði málið at vera sera álvarsligt, hevði tað verið hugaligt, og ikki minst neyðugt, at frætt um, hvussu hetta disciplinermálið var avgreitt politiskt. Ikki endiliga hvør revsingin varð, men heldur hvør politiska niðurstøðan varð. Var landsstýrismaðurin innanfyri mark, táið hann boðaði frá komandi fiskivinnupolitikkinum, ella hellir politikkurin meira til útsagnirnar hjá forkvinnu vinnunevndarinnar. Spennið harímillum var somikið langt, sum nátt og dagur, sum eldur og vatn, harvið má einhvør politisk niðurstøða vera gjørd, sum liggur fjald handan orðini: ”Landsstýrið hevur eina felags fatan av, at felags stev er neyðugt.”
Løgmaður fer kanska at greiða tinginum og Føroya fólki frá, hvussu langt frá landsstýrismansins fiskivinnupolitikki hendan semjan lendi, sum hevði við sær, at mann nú hevur eina felags fatan av at felags stev er neyðugt.




