Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

tórbjørn jacobsen: Gev henni meira framskrúvu Mogens

Norðlýsið

Hvalvíksprestur gevur ilt av sær í Dimmu í gjárkvøldið. Hann sleppur ikki av við 266b-krímið, skrivar Tórbjørn Jacobsen.

Hvalvíksprestur gevur ilt av sær í Dimmu í gjárkvøldið. Hann sleppur ikki av við 266b-krímið. Tað finst ongin medisinsk antibiotika, sum skalar hesum. Tí er hann farin umvegis politisku skipanina, í royndini at avlúsa Føroyar fyri óærligar og ómoralskar politikkarar. Sum skilst á honum, eru Karsten Hansen og Alfred Olsen vápindragarar hansara í herferðini. Vónandi gevur hann hesi skútuni fulla framskrúvu, tí ongantíð á ævini hevur politiska tjóðskaparfylkingin átt eina so sterka sleggju sum hesa, í stríðnum fyri føroyska nationalstatinum. Ein vælbrýnd grein undan hvørvisteininum í lógvanum á Mogensi munar meira enn túsund volumiøsar greinar úr tankagóðsinum á Høgna Hoydal. Tí seta vit nú alla okkara vón til hendan vicarium Dei í Hvalvík.

Hvalvíkingar hava verið merkiliga hepnir á tí pastorala økinum. Mentanarliga bulvirkið, fjakkarin og stóri heimspekingurin Viderø røkti einaferð sálirnar vestanfyri í Sundalagnum. Stórur litteratur, sum saman við Williami man vera fremsta potentialið føroyingar hava átt sum boð til Nobel-prísin í bókmentum. Barnføddir á útskerum tó ikki so ásýniligir í metropolunum, har stóru avgerðirnar verða tiknar í so máta. Jarðisk viðurkenning mundi nú heldur ikki vera tað, ið lá fremst í huga hansara, hóast hann dugdi óteljandi tungumál, smíðaði hann sítt egna, og serstakliga sjarmerandi mál, tíanverri hevur hesin originaliteturin lagt sjógv ímillum megnarverkini og mong av teimum, ið kundu fingið eina kálvføðing, sum hevði skroyvað væl upp í andaliga førninginum og stívað mergin munandi meiri av hjá teimum flestu.

Seinri herseraði hin musiski og sterki teologurin Martin Restorff Jacobsen, sum andaligur oddviti, eystarumegin fjallarøðina í Norðstreymoy. Nesmenn og gøtumenn heysta nú fruktirnar av hansara frálíku talentum. Ímeðan valdu hvalvíkingar at saðla um. Neyvan tí at profetarnir ikki vórðu viðurkendir í egnum landi, heldur tess vegna, at møguleikin fyri at fáa til vega brúkbaran kvalitet er heldur størri, táið tú fert inn í kontinentalu kraftina – stóra europeiska meginlandið – at leita eftir staðgongumonnum fyri Hann, ið øllum valdar.

Mogens Tilsted Christensen er onnur royndin, og hann hevur verið eitt vælsignilisi fyri hetta samfelagið, heilt frá tí hann setti fótin á land á fyrsta sinni. Ongin gloymir nakrantíð Ólavsvøkuprædikuna í 2003. Kenda røðan hjá Kristian Osvaldi, sum leingi hevði staðið sum ein drangur í uppganginum, í hugaheiminum hjá teimum flestu, fánaði nú burtur í onki. Føroyar høvdu nú fingið eina geistliga dimensión inn í sítt andaliga rúm, sum segði spar tvey til alt annað. Hetta, hóast hann var eitt sindur skerdur, tí onkur spinndoktari hevði rátt honum frá at brúka tjóðarhátíðina til at propagandera fyri føroyskum ES-limaskapi. Í so áleypandi kundi onkur farið at hildið. Jóannes sat jú har við síni røðu, innanvert kotavadmalið, og hevði ikki tørv á einum politiskum konkurenti júst hesa løtuna. Men vit fingu meira enn nógmikið hóast tað. Sótu sum lundapisur undir prædikustólinum í Dómkirkjuni, og gaflaðu í okkum frá hesum danska andsmenni, sum hóreiggjaði sær sum treystur sildberi, afturkomin av væleydnaðari veiðiferð.

Hann bað fyri svarta gullinum – oljuni – í havsins djúpu námum. Greinaði so meistarliga fyri okkum, hvussu ófatiliga vakrar og snøggar nummarpláturnar vóru á føroysku akførunum, og ventilarnir í tárakeldunum mundu fara á víðan vegg hjá teimum flestu, sjálvt hjá tí mest harðkókaða loysingarmanninum, táið hann eymliga tosaði um stórbaru kensluna, at vera partur av gomlu hátíðini hjá føroyingum, og tað var ikki eitt eyga turt, táið hann endaliga staðfesti, at bara møguliga hjáveran hjá hennara hátign, Danmarkar drotning, Margretu hjá Heinrikki, hevði kunna gjørt hesa løtuna meira glæsiliga, hevði kunna lyft huglagið upp í eina meiri fjálga, rørandi og hjartanemandi sferu. Sjaldan hava tingmenn verið so fattir, so bringubrattir, sum eftir guðstænastuna hendan merkisdagin. Tað minti ikki sørt um gongulagið, sum plagdi koma á menn, eitt andarhald eftir ein góðan kóvboyfilm í Glyvra Bio, har John Wayne í krútroyki hevði sett heimin skák í mát. Sat í mínum stilla sinni og hugsaði, hvussu hepnir hvalvíkingar høvdu verið, táið teir skutu hendan trivaliga papageykin. Vit og alt er nú í góðum hondum. Tað er so sára sjálvsagt, maðurin biður jú fyri øllum sum flytur seg. Livandi og deyðum. Sjálvt seigligir vestmenningar øtast um magnið í hvalvíkspresti, og tað skal nógv til, tí síðani hann undir eini ferming har norðuri bað fyri vindmyllunum hava heygamenn og spf. Røkt, at kalla ongar tekniskar trupulleikar havt av sínum kapitalapparati. Vestasmyllurnar á fjøllunum eru vorðnar alt meira átøkar onkrum slagi av perpetuum mobile – ævinligum gonguverki. Klæmint er við at ganga undir av kvilkna streyminum, sum fossar inn á netið frá Niðristovumanninum.

Nú besjelar Mogens okkum aftur við eini ríð av formaningum og ávaringum. Í Dimmu í gjárkvøldið. Happingarverjan fyri kynsliga orientering er aftur temaið, sum hann lyftur út í neonljósið – á breddan í myrkrinum. 266b-basillan tykist hava givið honum somikið av krími, at ongin vanligur heilivágur bítur á tí. Medisinið finst bara í politisku skipanini. Tí er tað skiljandi, at hann gleðist um teir, sum nú aksla síni skinn við hann. Skilji á lesarabrævinum, at Karsten Hansen og Alfred Olsen er vorðnir hansara láturverjar í atsøknini, sum nú fer at koma, rómurin boðar týðiliga frá, at tað grør um gangandi fót, hóast nakað er eftir á mál. Sum hann sigur: ”Efter min mening er det befriende og håbefuldt, at Færøerne har politikere som KH og AO, der har kunnet være ærlige i afstemningen i december 2006 og har taget konsekvenserne af deres partiers holdninger.” Hetta er ein sjáldsama sterk, sonn og politiskt djúptøkin analýsa. Sjaldsamt, at maður, ið ikki hevur kandidatprógv í samfelagsvísindi kann raka so presist. Okkurt smávegis mistak er, treyðugt so, maðurin er ikki barnføddur í hesum komplexa samfelag, og einastu skeinurnar í greinalakkinum hjá Mogensi eru, at Karsten Hansen framvegis er limur í Norðoya Tjóðveldisfelag. Ongin kann melda seg út úr Tjóðveldisflokkinum, tí ongin hevur nakrantíð kunnað meldað seg inn har. Man er bara limur í einum lokal- ella økisfelag, men ábyrgdina fyri hetta mistakið má flokkurin taka á sín kappa, táið tað má vera vónleyst hjá sjálvt tí besta, at vega sær rás á floksins loynistíggjum.

Hin tvíjavningurin, lærusveinurin Alfred, er eisini matur fyri Mogens. Hann verður sagdur at vera líka so ærligur sum Karsten. Aftur er hvalvíksprestur á rættari kós. Onkur smálutur er kanska farin aftur við borðinum, eitt nú, at toftamaðurin hevur tikið stuðulin frá samgonguni aftur, orsakað av hennara hjálp, táið 266b-torpedoin brast í tinginum hendan dagin í desember. Ongin í Javnaðarflokkinum, heldur ongin í Fólkaflokkinum, broytti støðu í mun til næstseinast málið var frammi. Tríggir sambandsmenn broyttu støðu, og hetta er hent ímeðan Alfred hevur verið partur av leiðslu Sambandsfloksins. Tað er hann enn. Næstformaður floksins og tingbólksins. Hartil framsøgumaður í rættiliga týðandi og avgerðandi málum fyri føroyska samfelagið. Men lat gá. Hetta eru petitessir í heildarmyndini, nú hetta valalið av ærligum monnum fer sína sigursgongd fyri føroyskt fólkaræði. Hví Mogens metir Marjus Dam at vera ein óærligan knekt í 266b vásinum, er ilt at skilja. Hann broytti heldur ikki støðu, og tað mátti verið lagamanni, og ein sterkari støða, at verið umgyrdur av tríjavningum heldur enn tvíjavningunum. Giti bara, at orsøkin er ógegnið, nú hann er í røktarfela við Poulsen Dam í Norðstreymoy.

Mogens staðfestir, at Karsten og Alfred hava tikið avleiðingarnar av støðunum hjá ávikavíst Tjóðveldis- & Sambandsflokkinum. Harvið eru teir ærligir. Nú varð tað staðfest og fráboðað frá báðum flokkum frammanundan, at tað var ikki felagsstøða í 266b-málinum. Tíansheldur í øðrum etiskum málum. Men lat gá. Vit onnur, Høgni, Annita, Finnur, Hergeir, Páll, Heidi, Tórbjørn, Johan, Olav, Lisbeth, Kaj Leo og Edmund mega bara smyrja okkum við dómin, sum Norðstreymoyar ”Eystara” Prestagjald hevur felt yvir okkum óreinu. Okkum óærligu. Boðini eru komin oman av fjallinum. Geistligheitin hevur talað, gangi bara útfrá, at Mogens Tilsted Christensen umboðar prestastættina og fólkakirkjuna í sínum útsagnum, og soleingi ongin mutar ímóti, og heimasíðan ”Teologen” er propagandaapparatið hjá hesum liði, kunna vit onki annað gera, enn at leggja okkara hendur saman í bøn til hin Alvalda, og heita á hann, um at lekja spedalsknið úr álopnu krovum okkara.

Hvalvíksprestur hevur neyvan nakrantíð havt tiltrúgv til habitussa Tjóðveldisfloksins. Og gott tað sama. Uttarlagað skal óboðin sita, søgdu teir gomlu, ein skari av óærligum, vinstrahallum rebellum fær sjálvandi ikki rúm í heilaga universinum hjá hesum gamla íbúðarhávi í útlegd, slektaður úr flatlandinum sunnanvert Skagerrakkina. Sambandsflokkurin er hansara flokkur. Flokkurin hjá Norðstreymoyar ”Eystara” Prestagjaldi, eftir øllum at døma. Høgt og heilagt boðar hann frá, at hann valdi Sambandsflokkin seinast. Ella rættari, hann er Sambandsflokkurin. Tí biður hann Kaj Leo & Co. um at koma við eini treytaleysari umbering fyri, at tey hava svikið teirra, ella hansara, veljaraskara.

Tað er eitt øgiligt treystið maðurin Mogens er vælsignaður við. Sum ein pumpubjølgur, ið ongantíð møðist. Og vit vantrúnu mega bara súpa ákærurnar í okkum, nú hesin pastorali Djengis Kahn fer sína siðursgongd eftir heilagu pampa´ini, og vit fáa at vita, at vit eru orsøkin til glíðibreytina, amoralskar tilstandir, umfarssóttir og álopini, sum AIDS-sóttin nú fer at gera á føroyskar menn og kvinnur. Og seinsta skotið í byrsuni hesaferð er úr løðing, sum ongin kann standa fyri. Orðarætt endar brævið soleiðsni: ”Vi er nogle, der er blevet godt og grundigt skuffede over den nye form for demokrati på Færøerne, der viste sig ved ved afstemningen i december 2006 omkring § 266b.) Bert í hesum setninginum er Guðs staðgongumaður í Sundalagnum torførur at fylgja. Torskyldur. Og tó. Demokrati er eitt gyrði hugtak. Nógvir hava rópt seg uppá tað, eisini har sum tað er traðkað undir fótum. Har sjálvur kvintessensurin í fólkaræðinum er bardur niður og norður. Vit bláoygdu syndarar fyri Várharra hava nú í okkara sálarloysi gingið íkring og hildið, at sjálvt hendan ostaklokkan, hvørs lok danir hava stungið eitt slag av einum heimastýriskommunustýri undir, er skipað sum meirilutademokrati. Eisini her eru vit fákunnugu farin skeiv, kreddan úr Hvalvík er ein onnur, fólkaræðið í Føroyum er skeivt samanskrúvað. Rættari er, um vit hava minnilutademokrati, tvs. at minnilutin ræður í hvørjum einstøkum føri, hvørjum einstøkum máli, og ikki fyrrenn prestastýrið í Hvalvík hevur innsiglað kunngerðirnar, kunna tær metast at vera galdandi í føroyskum samfelagsviðurskiftum. Biskuppur hevur enn ikki tikið blaðið frá munninum, tí vita vit ikki enn, um pastor Tilsted eisini umboðar staðgongumannin í Jóannesar Paturssonargøtu í tulkingini av serføroyska fólkaræðinum.

Góði Mogens Tilsted Christensen og allir javningar tínir, gev skútu tíni meira framskrúvu. Bumbardera føroysku tjóðina áhaldandi við tínum vísdómi, gløgni, tíni ærligheit, vitborna flogi og moralsku kreddu. Gævi, at hin Almáttugi hevði vælsignað oyggjar okkara við fleiri av tínum kaliburi, tín og tykkara trupulleiki verður bara, at munurin ímillum tín sambandsgand og politisku tjóðskaparrørsluna, sum ætlar at skipa føroyska nationalstatin í morgin heldur enn ein annan dag, er øvutur. Øvut proportionalur. Tú ert sterkasta sleggjan, besta amboðið, vit nakrantíð hava átt. Ein blaðgrein hjá tær er sum túsund greinar hjá Høgna Hoydal. Og vit eru tær æviga takksamir.

Halt á og virka við góðum treysti, tú vicarium Dei í Hvalvík. Hevði Viderø vita aftur í verðina, so hevði hann grifla eitt frægari essay enn hetta á havragrýnspakkarnar frá Ólavi, um mannin, sum meira enn nakar annar er í holt við at kvetta aldargomlu valdstøkuslintruna ímillum Danmark og koloniuna Føroyar, – av berari fákunnu og fløktum býttiskapi. Tillukku. Og hav nú eina góða heilsu gamli, hon skal til, skal tað bera á mál hjá tær og okkum. Viva la Republica.