Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórbjørn Jacobsen: Heygabúðin er eitt must!

John William Joensen

Í mong ár hevur tað ikki borið mær til at fara úr Klaksvíkini aftur, eftir eina vitjan, uttan at hava stokkið inn á gólvið í Heygabúðini. Atmosferan í hesum gomlu og smáu krambúðunum hóskar onkursvegna til mín tørv sum keypandi. Og har er í grundini alt at fáa, sum vanlig fólk hava fyri neyðini í húsarhaldinum, skrivar borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen umvegis Facebook.

Sum so mangan í smáum samfeløgum, so eru tað eisini aðrar orsøkir sum eru atvoldir til sosialar knýtingar. Mamma handilsmannin, Bjarta, var úr Liðanum í Elduvík. Ella, – og hon var systir Trinu, sum í mong ár á ungum árum hjálpti ommu við húsarhaldinum á Langanesi. Hon giftist til Miðvágs, men var sum eitt húsfólk, og vitjaði tíðum, so leingi hon var uppi á døgum. Hon var gumma pápa mín, og tók hann norður við sær til Elduvíkar undir krígnum, táið týskararnir bumbaðu uppá tað ringasta á fjørðinum. Hann búði í Liðanum og gekk í skúla har norðuri.

Kona Bjarta, Hanna, sála, ekspederaði sum ung í handlinum hjá abba mínum á Langanesi. Hon var úr Lyngbrekku í Lamba, dóttir Jóan Magnus og Stinumiu, og var eitt hendinga skilafólk. Vit smádreingirnar vóru mangan balstúrnir, ringur aldur, men hon dugdi so merkiliga væl at fara við okkum. Og vit vóru allir líka góðir við hana. Vit, allir bygdardreingirnir, runnu í hølunum á tí gamla patriarkinum, abba mínum, og ofta endaðu vit inni í handlinum, har Hanna tók væl ímóti okkum. Og ivaleyst hevur hann latið hana leskað okkum við onkrum forkunnugum, eftir at vit høvdu hjálpt honum við onkrum, ella bara verið við í bardaga- ella fótbóltskappingunum, sum hann plagdi at skipa fyri.

Ein vinmaður úr Klaksvík, uppvaksin í grannalagnum hjá Heygabúðini, sum nú býr á Toftum, hevur eisini ment mín tokka til hendan handilin. Ein onnur skekling er Fredag Kambsenni, sáli, úr Fuglafirði, sum giftist Edith, sum er systir Bjarta. Fredag sigldi sum kokkur við mær í eina tíð, annars hjálpti hann eisini til í Heygabúðini.

Míni ørindi í Klaksvík í hesum tíðum kundu verið meiri hugalig, inn og út av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fyri at vitja og ikki av egnari elendigheit. Men eftir at hava staðið og snorað uppí ættina og køldu ælingarnar í Sarpugerði seinrapartin, og onki var tikið úr boxini frammanundan, legði eg inn á gólvið hjá Bjarta í Heygabúðini. Har hitti eg m.a. skálavenjaran Eyðun Klakkstein, og hann er altíð hugfarsligur at práta við. Skilji á lagnum, at tað er ikki óvist, at hann heldur fram á Skála, og tað er ein skilagóð avgerð hjá Skála Ítróttarfelag.

Táið tú vamlast við pizza´ir og ongantíð hevur etið eina slíka – er Heygabúðin alternativið. Í ríkiligt mát í dag, tí ovfarin var eg, nú Bjarti hevur víðkað sortimentið við heimagjørdari blóðpylsu. Konsistensurin júst eftir mínum høvdi – ongar rosinur (fáar í hvussu er) og gylt av tálg. Og nú er etið. Manga takk.

At NSÍ nú er no. 2 í landskappingini, var nú heldur ikki tað ringasta sum kom burturúr hesum degnum.

ES: So magnfullur gjørdist strongurin ímillum Liðafólkini í Elduvík og Langanes, hetta komst av tíðini hjá Trinu á Glyvrum, at mamma nú sigur mær, at táið hon og gamli giftust í Marstal miðskeiðis í hinari øldini, fingu tey brúðleypsfjarrit úr Klaksvík frá Jógvani og Ellu Højbro. Hon hevur varðveitt fjarritið saman við øllum hinum kvøðunum úr Føroyum tann dagin 🙂