Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

tórbjørn jacobsen: SKARPRÆTTARIN KAJ LEO

Norðlýsið

– Kaj Leo og Sambandsflokkurin hava eftir øllum at døma tikið eina nýggja og rættiliga kontroversiella støðu í málinum um deyðarevsing yvirhøvur, skrivar Tórbjørn Jacobsen

Væl fyri lýsing, hálvur sjeyndi tími var runnin av sólaringinum næstseinasta dagin í gamla árinum, glampaðu stórtíðindi á portalinum hjá Sosialinum og FøroyaTele. Áki Bertholdsen, sum plagar at vera eftirfarandi, boðar tjóðini frá, at formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, heldur tað vera ein sigur fyri rættvísið, at Saddam Hussein er hongdur.

Ongin ivast í, at Saddam var eitt illmenni. Líkur øðrum eirindaleysum despotum, sum skyna á lívi og deyða hjá øðrum, alt eftir tørvi, fyri at sæta sær sjálvum og egnum valdi. Teir stjórna samfelagnum, sum var tað teirra egna kiosk, mannarættindi og fólkaræði er teimum líkamikið. Fyri at varðveita valdið, sum teir hava rænt frá fólkinum, brúka teir allar tær metodur sum neyðugar eru. Harímillum dráp, terror og píning.

So langt munna flestu føroyingar vera samdir. Um ultimativa vápnið, deyðarevsing, eru meiningarnar helst meira nýanseraðir og ymiskar.

32 tingmenn, harímillum Kaj Leo Johannesen, atkvøddu 25. mars 2003 fyri at taka av alla deyðarevsing, eisini í hernaðarhøpi. Fáar dagar fyri hesa hending atkvøddu 19 tingmenn, harímillum Kaj Leo Johannesen, saman við tjóðveldis- og javnaðarmonnum, fyri at ST skuldi stjórna átøkunum, sum neyðug vóru, fyri at Irak og Saddam Hussein skuldu fylgja treytunum, sum hesin millumtjóða felagsskapur hevði álagt landinum, skuldi tað framhaldandi halda seg innanborða í heimssamfelagnum.

Tey flestu hildu hetta vera politikk Sambandsfloksins, líka til henda morgunin, táið formaður teirra við væl brýndari tungu boðar frá, at nú hava hann og Sambandsflokkurin broytt støðu. Tey taka undir við deyðarevsing. Superlativini eru ikki til at misfata: Ótrúliga positivt at Saddam fekk uppiborna revsing. Maðurin hevði uppiborið at vera dømdur til deyða. Fekk rættvísan dóm. Hetta vísir bara, at rættvísi er til – fyri øll. Til endans tekur hann eirindaleyst saman um og staðfestir, at fyri Saddam Hussein kann stutt sigast, at rættvísi sigraði.

Tað er nú einaferð soleiðis, at annaðhvørt er tú fyri ella er tú ímóti deyðarevsing. Hetta er eitt prinsippmál, sum ikki ber til at krúpa undan.

Kaj Leo hevur tikið eina greiða støðu, og hon er nýggj í mun til støðuna Sambandsflokkurin hevði fyri sløkum fýra árum síðani, táið Løgtingið einmælt samtykti, at deyðarevsing ikki longur skuldi vera ein revsingarmøguleiki. Hann er vorðin eitt slag av heyki í føroyskum politikki, og sýnist nú at hava mist orienteringssansin í svávilroykinum, sum áhaldandi pumpar upp úr hvítu húsunum í Washington, í hvussu er soleingi George Bush situr við valdinum og spælir atljóða løgreglumaður.

Ongin ivast í illgerðum Saddams. Hvussu revsingin skuldi takserast eru tað fleiri enn ein meining um. Frægari hevði helst verið at tveitt hann í ein vælvardan kliva, og avvápnað hann fyri alt vald, og harvið fyri allan møguleika fyri valdsmisnýstlu. Fyri teir víðgongdu í muslimska heiminum er hann meira verdur deyður enn livandi. Martýrar eru vandamiklir og kunna brúkast til so mangt, og størsti trupulleikin við teimum er, at hvørki riflukúlur, øks ella gálgi bíta á teimum.

Hetta er nú heldur ikki tað mest áhugaverda í aktuella málinum. Saddam Hussein hevur sum so ongan týdning í fráboðanini hjá Kaj Leo. Tað avgerandi er, at Kaj Leo og Sambandsflokkurin eftir øllum at døma hava tikið eina nýggja og rættiliga kontroversiella støðu í málinum um deyðarevsing yvirhøvur.

Spurningurin tey flestu nú seta sær er: Stendur Sambandsflokkurin sum ein maður aftanfyri formannin, Kaj Leo Johannesen, í positivu støðuni til deyðarevsing, sum varð lanserað á Portalinum næstseinasta morgunin í árinum sum nú er farið. Flokkurin hevur skyldu til at boða frá hesum, í hvussu er eiga verandi og aðrir møguligir samstarvspartnarar á politiska pallinum at vita hetta. Málið stingur somikið djúpt, er eitt somikið greitt prinsippmál, at støðan, líkamikið hvør hon er, boðar frá einum hugburði, sum sjálvandi er avgerandi fyri so mong onnur av lívsins viðurskiftum.

Skarprættarin Kaj Leo eigur at greiða føroyska fólkinum frá, um hann er ein einsamallur heykur í liðnum, ella um allur herurin av sambandsfólki fylgir tropp og akslar síni skinn við honum?