Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, um fiskiskap í altjóða sjógvi. Spurningurin væntast at verða svaraður á tingfundinum mikudagin 16. februar 2005.
1) Hvør millumtjóða felagsskapur skipar fiskiskapin (uppisjóvar/botnfiskur) á havleiðunum uttanvert nationalu fiskimørkini í Norðuratlantshavi ?
2) Hvørjar ásetingar eru gjørdar fyri hendan fiskiskap botnfiskasløgunum viðvíkjandi
3) Hava føroyingar møguleika fyri at økja um fiskiskapin á hesum leiðum, ella eru vit settir undir ásetingar, sum forða eini víðking í føroyskari fiskiveiði tann vegin ?
4) Um slíkar ásetingar finnast, eru tær tá komnar í lag sambært avtalu og nær er ein slík møgulig avtala íkomin ?
5) Liggja óavgreiddar umsøknir hesum viðvíkjandi í Fiskimálaráðnum, og um so er, nær ætlar landsstýrismaðurin at avgreiða málini ?
Viðmerkingar:
Nú fiskiveiðan innanfyri føroyska fiskimarkið er regulerað, og fiskastovnarnir at kalla fulltroyttir, er einasti víðkingarmøguleiki í virkseminum hjá føroyskum skipum, at gera brúk av óbrúktum rættindum á fjarleiðum og at víðka um fiskiskapin í altjóða sjógvi.
Onkur skip hava roynt eftir búrfiski og øðrum botnfiskasløgum á havleiðunum uttanfyri fiskimørkini í Norðuratlantshavi. Spurningurin er settur, fyri at fáa staðfest um hetta er ein møguleiki har til ber at víðka um føroyska fiskiveiði, ella um Føroyar eru komnar undir einhvørja áseting, sum forðar einum vøkstri í hesi fiskiveiðini.
Hartil kundi verið áhugavert at fingið at vita frá landsstýrismanninum um nakrar umsøknir liggja í Fiskimálaráðnum hesum viðvíkjandi og er svarið játtandi kundi tað somuleiðis verið áhugavert at fingið at vita hvussu leingi tær hava ligið í ráðnum, hví tær ikki eru avgreiddar og nær væntast kann at tær verða svaraðar og avgreiddar.
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður.




