Í dag verður alt møguligt spennandi á handilsøkinum við Streymin. Handlarnir eru á tremur við nýggjari vøru og í teltinum verður møguleiki at smakka ymiskt og eisini at planta blómuleykir
Í dag verður alt møguligt spennandi á handilsøkinum við Streymin. Handlarnir eru á tremur við nýggjari vøru og í teltinum verður møguleiki at smakka ymiskt og eisini at planta blómuleykir
Skráin til tiltakið er henda:
Kl.16.00-20.00
Sjógæti selur fisk og chips o.a. Eisini verður møguleiki at smakka ymiskt annað.
Gómagott og Petur Larsen kaffi eru í teltinum.
Barnabati bjóðar øllum børnum at koma og lita sína egnu ballón í teltinum.
Blómuhúsið bjóðar tær at planta blómuleykir í pottar – so tað er klárt til várið.
Softub verða á økinum við heitum pottum.
MBM bjóðar leskiligar smakkiroyndir í Á handlinum.
Brá og Stanley hava hópin av tilboðum.
Berg motors sýna fram hópin av nýggjum bilum, og til ber at fáa eitt prát við teir.
SK-pizza hevur opið alt kvøldið.
Kl. 20.00 Hallur Joensen spælir konsert á økinum uttan fyri Bónus.
Kl. 20.45 Páll Finnur Páll spæla konsert á økinum uttan fyri Bónus.
Kom og vitjað handilsøkið við Streymin fríggjadagin 22. september 2017!




