Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torleif er ikki millum okkara longur

John William Joensen

Nógv fer óivað at verða skrivað og sagt um hendan stillføra merkismannin – sum leiddi føroyskan fótbólt til altjóða viðurkenning – upp á hægsta støði – millum tey stóru í Evropa – nakað sum annars er ókent fyri føroyingar og føroysk viðurskifti.

Hann var dugnaligur vinnulívsmaður og í býráðspolitikkinum var hann somuleiðis sera nógv avhildin, so her liggur nógv at skriva um.

Men hann, sum hevur havt tann forrætt at koma at kenna mannin aftanfyri politikaran, reiðaran og formannin – upplivdi ein mann við einum hjarta, har vítt var til veggja.

"Tá eg fari til songar á kvøldi – kann eg liggja og hugsa um ymisk viðurskifti – og tá eg so vakni á morgni, havi eg eina loysn! – Soleiðis eri eg bara!" greiddi Torleif einaferð frá, tá vit sótu og tosaðu um trupul viðurskifti.

Torleif hevði sjálvsama góð evni at síggja og úttrykkja veruleikan í orðum, so øll skiltu, hvat hann meinti við.

"Eg eri lætur av lindi" – kundi hann siga um seg sjávan – men hetta var ikki rætt, tí nógv er avrikað – hóast hann ongantíð skundaði sær – men tá hann handlaði – vendi hann altíð rætt, og tað var hetta, sum gjørdi at virðingin um mannin er stór.

Torleif gjørdi ikki nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum – men ein dagin kom hann á gólv, og eg sá, at ófriður var á honum.

Efti at hava sett seg til rættis – svølgt ein kaffi munn – segði hann á sín heilt serliga hátt:

"Konan hevur avgjørt, at vit skulu halda mín 60 ára føðingardag hóast hann er Tollaksmessudag – og hon hevur avgjørt, at hann skal haldast í høllini!"

Hetta røddu vit so um – men 15.desember komu boðini um, at Christian Olsen, vinmaður Torleif, var deyður og Torleif sá seg ikki føran fyri at halda føðingardagin.

– At Torleif skuldi fara so skjótt aftaná vinmannin, vardi ongan – men eg eri takksamur fyri ta tíð, eg slapp at kenna hann.

Tankar mínir leita til tykkum Elsa Maria, Sofía, Margretha og Erna og til tykkum øll, sum stóðu Torleifi nær.

Sterkasti ítróttarvitin er slóknaður.

Vit lýsa frið yvir minninum um Torleif Sigurðsson.

John William Joensen