Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torra-aftansdøgurði í Smæruni

Tekst og myndir: Dávur Winther

Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyum bjóðaði í kvøld til stórt tiltak í Smæruni, við døgurða, sangi, hugleiðingum, frásøgn um Torra-skánna, kaffi, køkum og lutaseðlasølu.

Hetta var eitt ókeypis tiltak, har nærri 100 fólk møttu. Sera hugnaligt borðhald og borðreitt varð við frágera væl smakkandi mati.

Ein kvarttett, sett saman av Henny Gerðalíð, Eyðun, Steinbjørn og Janus Jacobsen, setti rættiliga ferð í hugnan, tí gestirnir sluppu eisini at leggja uppí sangin.

Dávur Winther greiddi frá Torra-skránni og dvøldi m.a. við tiltakið á Torra-kafeini í Betesda, har Poul Færø fer at greiða frá sjólívi sínum í 1958/59, tá ið hann og Brynleif Hansen umborð á Sjúrðarbergi sungu sangin í sendaranum, “Her glaður eg ferðist”, ið Poul sum 20 ára gamal gjørdi lagið til og Brynleif orðini til.

Til hesa somu framløgu, eru funnar fram 50 ára myndir, tiknar umborð, sum verða at síggja á fyrsta sinni á stórskíggja alment kl. 10 hósdagin komandi á Torra-kafeini í Betesda.

Frá hesum tíðarskeiði er eisini ein spennandi mynd av Judmund Øregaard, tá ið hann lesur seg niður á posan uttanborða at bøta hann, tí hann var so illa skræddur, meðan øll manningin liggur um lynningina og hyggur spent at.

Janus treiv í eina “sjómanssøgu” úr egnum barmi – tá ið hann á fyrsta sinni fór á flot saman við pápanum sum rættiligur smádrongur. Hann helt at teir róu langt, men ta mundi neyvan vera meir enn hálv vágin.

Teir fingu ein lítlan reyðfisk – og bert hann. Men tá ið pápin vildi blaka hann út, fór Janus at gráta, tí hann vildi hava hann heim við at vísa, hvussu stóran fong teir høvdu fingið. Janus dugir at siga tað á sín serliga hátt.

Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyum er sera virkin. Henda hugnaløtan í kvøld kann so sigast at vera byrjanin uppá Torra-dagarnar í Klaksvík, og kundi havt hóskandi heitið sum “Torra-aftansdøgurði í Smæruni”. Tey plaga at vera virkin við Torra-dagarnar og hava tey ikki so lítið á skrá í Torra-vikuni.

Mikudagin 17. februar hugleiðing Jógvan Ingvard Olsen í Smæruni um sjólívið – kl. 15.

Myndaframsýning verður eisini við golmum myndum úr Klaksvík frá mikudegi til og við leygardagin kl. 15.00 – 18.00.

Hósdagin 18. februar hugleiðir Hanus Lassen í Smæruni um sjólívið – kl. 15.