Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Torra-sjálvtøkuborð á TSK

Dávur Winther

Heilsurenningin er avlýst vegna veður, men heilsucafé Torra-sjálvtøkuborð og mangt annað verður á skránni á TSK

Leygardagin 22. februar kl. 10 – 15 verður Opið Hús á TSK. 

Kl. 10:00 Allar deildirnar á skúlanum hava opið, og til ber at kunna seg um virksemið á skúlanum. 
Ymiskar kappingar verða á ymsu deildunum. Eitt nú verður altíð væl umtókta páskaregg-kappingin hjá Serbreytini aftur á skrá. Evnið hesaferð er “Standmyndir í Klaksvík”. Serbreytin bjóðar eisini vaflur, kaffi og saft. 
 
Komandi næmingar og avvarðandi hava eisini møguleika at síggja umstøðurnar á næmingaheiminum.  
Lestrarvegleiðarar vegleiða um útbúgvingarnar á skúlanum.  

Eisini ber til at fáa eina rundvísing á skúlanum við at venda sær til skrivstovuna.

Næmingar frá Tøknibreytini fara at selja pass-myndir. Kostnaður: kr. 100,-

Kl. 10:00 Gakk og Renn AVlÝST!

Treysti og TSK, sum skuldu skipa fyri heilsurenning á rennibreytini við Másheygg, hava valt at avlýsa tiltakið, tí sagt verður frá ov nogvum vindi. 

Men tó verður farið inn í TSK har boðið verður til svalandi drykkir og onkrar brellbitar. 
 
Kl. 10:30 – 14:30   Heilsukafé á Tekniska skúla 
Tekniski skúli skipar fyri heilsukafé á Torradøgunum. 
Sjúkrarøktarfrøðingar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi máta blóðtrýst, puls, iltmetting, blóðsukur og lungnafunktión saman við næmingum á ítróttar- og heilsuleiðini á TSK. 

Kl. 11.00 – 14.00  Torra sjálvtøkuborð á TSK – Matvørudeildin   
Næmingar á Matvørudeildini TSK bjóða eitt Torra-sjálvtøkuborð. 
Borðreitt verður við rávørum úr sjónum. Eisini verður okkurt søtt og gott omaná. 
Atgongumerki til Torra-sjálvtøkuborðið á kr. 100,-  fáast í TSK á degnum. 

Harumframt fara nakrir næmingar á Tøknibreytini at hava tónleikaframførðslur gjøgnum dagin.