Handilssamtakið í Klaksvík og Grafia seta dám á Torradagin í morgin, leygardagin.
Handilssamtakið í Klaksvík og Grafia seta dám á Torradagin í morgin, leygardagin.
Í hesum døgum eru Torradagar í Klaksvík, og sigast skal at tað hevur eydnast sera væl. Skráin er sera fjølbroytt og áhugaverd, og nógv fólk hava verið til ymisku tiltøkini.
Í morgin, leygardagin, er seinasti dagur á Torradøgunum í ár. Umframt fyrilestrar, framsýningar o.a. skipa handlarnar í ”handilssamtakinum í Klaksvík” fyri Torrabresti og hava opið til kl. 17.00. Eisini skipar Grafia fyri ”Hummarasølu” á torginum niðanfyri Gamla Seglhús frá kl. 11.00, har møguligt verður at keypa livandi jomfrúhummarar, taskukrabbar ella jákupsskeljar. Stóru hummararnir Klípur og Klippus verða eisini at síggja.
So tað er at seta alt húski í bilin og koma ein túr til Klaksvíkar í morgin leygardagin 22. Februar.
Vælkomin 🙂
Handlanar í “Handissamtakinum” eru hesir:
Súkkluhandilin John W. Thomsen




