Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar í Klaksvík 19. til 24. februar: Forkunnug filmsframsýning í Atlantis

Norðlýsið

Ígjøgnum alla torravikuna verður (sí skránna) danski romantiski sjómansfilmurin filmurin “Blåvand Melder Storm” (1938) sýndur

Í Torravikuni verða fleiri áhugaverd tiltøk í Mentunarhúsinum Atlantis. Umframt vanligu biografframsýningarnar var ætlanin at sýna fýra eldri filmar. Men av tí at loyvini til at sýna tríggjar av filmunum ikki fingust uppá pláss, eru fyrireikararnir tíanverri noyddir at taka teir av skránni. Sostatt verður bert Blåvand melder storm sýndur.

Blåvand Melder Storm
Ígjøgnum alla torravikuna verður (sí skránna) danski romantiski sjómansfilmurin filmurin “Blåvand Melder Storm” (1938) sýndur.
Svend kemur heim eftir at hann hevur verið stýrmaður í eitt ár. Pápin hjá Inger og Svend hevur leingi bíðað eftir honum. Harafturímóti er beiggin hjá Svend, Thorsten, øvundsjúkur á Svend. Øvundsjúkan grundast í Ingusa kærleika til Svend og av tí at Svend skal yvirtaka útróðrarbátin hjá familjuni. Eftir eina orrustu í familjuni fer Svend umborð á ein annan útróðrarbát, soleiðis at Thorsten, kann fáa bátin hjá familjuni. Øvundsjúkan stendur enn við og Thorsten oyðileggur sendaran, soleiðis at Svend og Inger ikki kunnu tosa saman. Tá verður boðað frá ‘blávatnsstormi’.

Onnur tiltøk
Eisini verða fleiri onnur tiltøk í Atlantis í Torravikuni. Eitt nú verður sjónleikurin ‘Søgan um ein soldát’ sýndur mikudagin og hósdagin (meir um hetta aðrastaðni í blaðnum).
Fleiri fyrilestrar verða eisini í Atlantis. Mánadagin 19. heldur Bjarti Thomsen fyrilestur undir heitinum ‘Skynsamur reiðskapur’. Týsdagin er tað Høgni Debes, ið fer at tosa um ‘Gróður á Havsinsbotni’. Hósdagin er aftur fyrilestur um fiskivinnurelaterað evni, tá Regin Reinert heldur fyrilestur við heitinum ‘Fíggjarligt gott veiðutrýst’