Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar í Klaksvík 19. til 24. februar: Framsýning av fiskireiðskapi

Norðlýsið

JF Kjølbro Heilsøla hevur framsýning av ymiskum reiðskapi til fiskiskap í Heilsøluni á Torradøgunum

Umframt framsýningina av fiskireiðskapi, ið Fornminnassavnið skripar fyri í Leikalund og sum er á Snørisvirkinum hevur J.F.Kjølbro Heilsøla eisini eina framsýning við ymiskum sløgum av fiskireiðskapi. Talan er fyri tað mesta um reiðskap til línufiskiskap. Eitt nú fara teir at sýna fram línur, standara, húkar, gággar, hakar og boyur. Harafturat verður eisini møguleiki at síggja ymisk sløg av steintoyi til skipsbrúk.

Framsýningin verður hvønn dag í vikuni í hølunum hjá Heilsøluni. Inngongdin til framsýningina er omanfyri har skrivstovurnar eru.

Framsýningin er opin hvønn dag frá kl. 13:00-16:00

Harleyfacadeacryl