Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Torradagur: Skráin í dag

Tróndur Ellingsgaard

Hósdagur 21. februar

10.00: Torracafé í Betesda

Levi Joensen greiðir frá sjólívi sínum og Vitin syngur.

Kaffi og sangur er eisini á skrá eftir framløguna við sjómanssangum.

 

14-17: Gamla Seglhúsið

Torraframsýning við Hansinu Iversen, listakvinnu

 

14-18: Posthúskjallarin

Finleif Mortensen, listamaður, hevur forvitn-
isliga listaframsýning við landslags- og abstraktum málningum.

 

15.00: Í Smæruni

Jonna Johannessen, ættað av Hellunum, greiðir frá sínum uppvøkstri á Hellunum, og frá tíðini í Føroyinga-
havnini í Grønlandi, har hon arbeiddi á Sjómans-
heiminum.

Framsýning av skrivstovulutum og gamlari tekniskari útgerð til skip.

Kaffimunnur verður at fáa aftaná.

 

16-21: Miðstovan Úti í Klaksvík

Jan Nystrøm listaframsýning

“365 – Ein tekning hvønn dag í 2018” er áhugaverda heitið á listaframsýningini.

 

17.30: Atlantis Bio

Filmurin Unge Astrid

Ein rørandi filmur um Astrid Lindgren

Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900

 

18.00 : Spinnaríið

Norðoya Sparikassi 100 ár

Forvitnislig seðla- og myntaframsýning hjá Eyðálvi Gulklett. Myntir frá 1400-talinum og seðlar frá 1800-talinum fram til okkara dagar verða sýndir fram.

Norðoya Sparikassi sýnir fram aðrar brúkslutir og myndir í sambandi við 100 ára søgu Sparikassans.

 

19.30 : Spinnaríið

Søgur av Flemmish Cap

Mortan Johannesen – Mortan hjá Andriasi – greiðir frá trolveiðu, sum tók seg upp í Golfinum við Bellsundið.

Sigmar Bláberg, “Stállínuskipini í aðra vinnu 1962-64”.

Gunnar Nolsøe prátar við Sigmar Bláberg og Thormund Johannesen um túrar hjá teimum á Flemmish Kap.

Norðoya Sparikassi  bjóðar kaffi og okkurt afturvið.

 

19.30 : Bókasavnið

Bindiskeið á bókasavninum

Sára Mrdalo frá Navia fer at læra okkum at binda  – holmynstur, blaðmynstur og strukturmynstur.

At hava við: 5 stokkar nr. uml. 4 og hóskandi tógv, tveir ymsar litir, 2 stokkar nr. uml. 6 og hóskandi tógv.

Bókasavnið bjóðar ein drekkamunn.

 

20.30 : Syngið við í Spaniastovu

Klaksvíkar dansifelag – Sangur, søgur og dansur

Harmonikan spælir so lystiliga og tú sleppur at syngja við til góðar gamlar sjómanssangir.

Navnframi, Jóanes Johannesen úr Dali spælir uppá harmonikuna.

Óluva Klettskarð greiðir frá, tá ið Skarð varð avtoftað fyri 100 árum síðan.

Til ber at keypa sær ein bita og okkurt leskandi
afturvið.

Eftir sangløtuna verður farið uppá gólv

Tiltakið er ókeypis.

 

20-22:   Atlantis Bio

LÍNUMENN – saltfiskalínuskipini

Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900.

Harleyfacadeacryl