Mánakvøldið 19. februar kl. 19 skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri Torrakonsert í auluni á Skúlatrøð.
Ymiskir bólkar spæla klassiskan og rytmiskan tónleik. Konsertin er samtíðis stuðulskonsert, har høvi verður at keypa kaffi/te/saft og kakur og soleiðis stuðla næmingum, sum fara til Íslands í næsta mánaða. Næmingarnir skulu venja og spæla saman við næmingum í tónlistaskúlanum á Selfossi.
Týsdagin 20. februar venja hornnæmingar saman við næmingum frá Vága musikkskúla. Tey venja á Skúlatrøð og framføra fyri næmingunum.
Týskvøldið spæla næmingar til skrúvuguðstænastu og hóskvøldið til føstuguðstænastu.



