Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Torramatur í Skálanum kl. 11.30 – 17.00 í dag

Dávur Winther

Vegna umvælingar og umbygging hjá Umsorganarheiminum, Gloriu við Stangarvegin, er avrátt, at stóra, flotta Torra-fiskaborðið verður í Skálanum í ár á Torradøgunum.

Tað hevur verið siðvenja, at Café Gloria hevur við á Torraskránni við tí stóra fiskaborðinum, mikudagin 18. februar á Torradøgunum.

Hópin av fólki plagar leita sær til hetta forkunnuga mattilboðið í Torravikuni – Men sum sagt verður matstovan og hetta spennandi tilboðið flutt niðan í Skálan í ár vegna umbygging í Gloriu.

Tað er altíð nógv ymiskt at velja í, sum hoyrir Torratíðini til – Fleiri ymiskir fiskarættir, lippur, kjálkar, feskur fiskur, livur og rogn, stoykt flak, knettir, frikadellur, saltfiskur og nógv annað gott. Góður ræstur fiskir, garnatálg, gott spik plagar eisini at vera á borðseðlinum!

Eisini verður kaffi, te og køkur omaná – Alt hetta fyri bert kr. 250,- 

Mikudagin 18. februar 2026 í Skálanum kl. 11.30 – kl. 17.00.