(Fyribilsskrá: Skráin er ikki endalig og tí verða smávegis broytingar gjørdar fram til mánadagin)
(Fyribilsskrá: Skráin er ikki endalig og tí verða smávegis broytingar gjørdar fram til mánadagin)
Mánadagur 13. februar
Á Skúlatrøð – Miðhøllin – kl. 19.30
Klaksvíkar tónlistaskúli hevur konsert við næmingum.
Týsdagur 14. februar
Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00
Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna
Húsarhaldsskúlin – kl. 16.00 – 21.00
Framsýning av næmingaarbeiði.
Á skránni er m.a. mótasýning, og til ber at royna góðan mat
og annað leskiligt, sum tey læra at gera á skúlanum.
Smæran – kl. 15.00
Andrass Joensen, ættaður av Húsum – “Drekin og aðrir grindabátar”
Drekin er smíðaður í 1917, og er tí í ár 100 ár. Andrass, sum er útbúgvin skipssmiðjur á Klaksvíkar Sleipistøð, sigur søguna um Drekan, Biskupstøðbátin og aðrar grindabátar.
Á Skúlatrøð – Miðhøllin – kl. 19.30
Olaf Olsen, skipari og reiðari – Hagtøl og fiskiskapur við Kupabátunum.
Mikudagur 15. februar
Søguliga gonguferðin- í Árnafirði – kl. 08.10
Hetta er partur av Morgunsendingini hjá Kringvarpinum, Góðan Morgun Føroyar, har frásøgufólk verða Hanus Poulsen, sum hevur savnað hópin av staðarnøvnum í Árnafirði, og er ættaður úr Árnafirði – og eisini sigur Mikkjal Mikkelsen, søgufróður maður úr Árnafirði, frá.
Bygdin er nevnd í seyðabrævinum! – Køtlarnir, tingstaðurin fyri Norðoyggjar eru beint omanfyri bygdina, minuhúsið, uppruna bygdin hevur ligið longri uppi, staðarnøvn eftir bønhús, kirkjan – Her er nógv at siga frá.
Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00
Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna
Smæran – kl. 15.00
Petur Martin Petersen, søgufróður – “Klippfiskur til Spania, lippukassar, vaðbein og heiðursbrøv til SSP”
Um reiðaran og virkið hjá Sámal Petur Petersen í Fuglafirði, sum fekk fleiri heiðursbrøv úr Spania fyri góðan saltfisk – klippfisk.
Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.00
Fiskivinnutingið – Fiskivinnunýskipanin.
Fiskivinnupolitiskur toppfundur, har allir floksformenn á tingi eru við, og kjakast verður um fiskivinnunýskipanina, sum veiður løgd fyri tingið í næstum.
Jón Brian Hvidtfeldt og Óluvá Zachariassen eru vertir. Kjakfundurin, sum er almennur, verður sendur beinleiðis í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Tú sleppur eisini at siga tína meining ella koma við viðmerkingum og fyrispurningum.
Floksformenninir kjakast um fiskivinnunýskipanina.
Hósdagur 16. februar
Betesda – kl. 10.00
Torra-Café
Kristian Martin Rasmussen, skipari, hugleiðir um sjólívið, so sum hann minnist pápa sín og abba sín hava greitt frá tí.
Sangbólkurin Vitin syngur.
Aftaná verður boðið til kaffi, sang- og hugnaløtu.
Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00
Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna
Kl. 14.00 – 18.00 Adventure
Túrur til Kópakonuna
Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og
møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan
Smæran – kl. 15.00
Frits Johannesen, listamaður – “Um sjólívið hjá Theodor Johannesen, faðir Frits”.
Theodor, sum m.a. var skipari og stýrimaður á Ólavi Halga í mong ár, var eisini um ungur í Suðuríshavinum 1928 – 1932, og verður sagt frá hesi tíðini, tá ið hann var við norskum kópafangara har, og skrivaði dagbók á drúgvu ferðini.
Dragin opið skip – kl. 16.00 – 18.00
Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.
Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.00
Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur – “Hvussu nógv plast hevur havhestur í sær, og hví etur hann plast”?
Framløgan verður um, hvussu dálking við plasti skaðar ymisk djór í sjónum. Síðan verður hugt nærri eftir havhesti, og hvussu nógv plast havhesturin í Norðsjónum og um okkara leiðir hevur í maganum.
Eisini verður greitt frá kendum vandum, og hugsandi vandum, ið kunnu standast av, at djór eta plast, og hvørja ávirkan, hetta kann hava á tey, ið eta hesi djór. Til seinast verður greitt frá hví havhesturin etur plast.
Atlantis – Sjónleikurin, Landastrokið kl. 19.00
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall við sjónleikinum, Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.
Felagið framførdi tá á loftinum í KÍ høllini, til flutt var oman í Atlantis fyrst í 80’unum.
Nógvir leikir hava verið hesi 40 árini.
Stig Pryds í Svimjihøllini – kl. 19.00
“Eg kravdi lívið og heilsuna aftur”!
Summi fólk geva ikki upp – og í Klaksvík hava vit m.a. Kristu og Danny!
Óansæð forðingar og meinbogar komu tey afturíaftur og hava kempað seg allan vegin
uppá toppin.
Stig Pryds sigur frá, hvussu lívið hjá honum sum sjálvstøðugur vinnurekandi broyttist til eina tilveru sum avlamin gigtasjúklingur, og hvussu hann kempaði seg uppaftur til fríkavara á heimsstøði.
Spaniastova – kl. 19.00
Søgan um Sjóklædnavirkið.
Serligu og vælumtøktu klæðini hjá Sjóklædnavirkinum, sum vóru sniðgivin og seymað har, verða sýnd fram. Myndir verða at síggja frá lýsingum og mótaframsýningum – eisini verður søgan um virkið søgd.
Óluva Klettskarð sigur frá
Klaksvíkar Bókasavn kl. 19.30
Bindiskeið á Klaksvíkar bókasavni
Sára Mrdalo frá Navia fer at læra okkum at binda fýra ymiskar bindihættir – Holmynstur, strukturmynstur, sjómansboblur og ein máta, hvussu ermar kunnu bindast.
At hava við: Tveir ymsar litir av tógvi, sum hóska til stokk umleið nr. 4 – og nakrar ermastokkar ella rundstokkar umleið nr. 4.
Bókasavnið bjóðar ein drekkamunn.
Á Skúlatrøð – Miðhøllin – kl. 20.00
Hanus Samró – “Stríðið um 200 fjórðingar – eisini ein spurningur um EF.”
Í fjør vóru 40 ár liðin, síðan løgtingið samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar – og nógv er hent síðan tá.
,,Fyri at lýsa fiskimarksstríðið, sum veruliga tók dik á seg í 70-árunum, er neyðugt at viðgera stórpolitiska spurningin um EF. Spurningarnir hanga óloysiliga saman,” sigur Hanus Samró, rithøvundur.
Fríggjadagur 17. februar
Posthúsið – Listaframsýning kl. 10.00 – 15.00
Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum – hølið aftanfyri móttøkuna
Íverksetarahúsið – Íverksetarahúsið 10 ár kl. 13.00 – 15.00
Stuttir fyrilestrar og kjak við luttøku av vinnulívsfólkum og lands- og kommunupolitikarum, í sambandi við at Íverksetarahúsið í ár fyllir 10 ár.
Kl. 14.00 – 18.00 Adventure
Túrur til Kópakonuna
Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og
møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan
Smæran – kl. 15.00
Bergur Jacobsen, prestur – “Barnaminnir á Stongunum”
Bergur er uppvaksin á Stongunum, har nógv lív var í á havnalagnum, og á bedingini og har um vegir. Pápi hansara, Reynhold var skipasmiður, og var við til at byggja og umvæla nógvar bátar har.
Vit sum vóru børn í fimti og sekstiárunum, vóru børn, áðrenn tað bleiv “farligt” at vera barn. Vit gingu uppií øllum arbeiðinum, og blivu ikki kveistraði burtur – serliga, um vit uppførdu okkum ordiliga. Soleiðis gingu vit eisini í lívsins skúla í okkara gerðandisdegi, og vistu hvat foreldur okkara arbeiddu við. Uttan iva vóru mammurnar eisini bangnar um børn síni tá. Men, tíðin var ein onnur, og mangt var loyvt, sum er strangliga bannað í dag, greiðir Bergur Jacobsen m.a. frá í framløgu síni.
Dragin opið skip – kl. 16.00-18.00
Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.
Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.00
Kjakfundur – “Hvat sigur fiskivinnan til uppskotið um fiskivinnunýskipan”?
Kringvarpið sendir beinleiðis í útvarpinum frá kjakfundinum.
Vertir eru Jón Brian Hvidtfeldt og Óluva Zachariassen, har nýggju umboð fyri fiskivinnuna sita við pallborðið.
Atlantis – Sjónleikurin, Landastrokið kl. 19.00
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall við sjónleikinum, Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.
Spaniastova – kl. 14.00 – 17.00
Søgan um Sjóklædnavirkið.
Serligu og væl umtøktu klæðini hjá Sjóklædnavirkinum, sum vóru sniðgivin og seymað har, verða sýnd fram. Myndir verða at síggja frá lýsingum og mótaframsýningum – eisini verður søgan um virkið søgd.
Kári Sólstein ger samrøðu við Bjørg Nolsøe, stjóra á Sp/f Sjóklæðir
Leygardagur 18. februar
Matiné í Christianskirkjuni – kl. 11.30
Torramatiné leygarmorgunin saman við Klaksvíkar Hornorkestri, sum spæla nøkur løg úr ”Reyðu bók.”
Eisini spæla Andras Sólstein og Jóhanna Johannessen nøkur stykkir fyri horn og urgu.
Aftaná verður boðið til ein drekkamunn og hugnaprát í kirkjukjallaranum.
Opið atelier, Jústabrekka 2 – Edward Fuglø kl. 14.00 – 20.00
Edward Fuglø, listamaður letur dyrnar upp í atelieri sínum, har hann sýnir fram listaverk og bøkur, hann hevur skrivað og listprýtt.
Niðanfyri Sjúkrahúsið
Torra-renning kl. 14.00
Teinurin er 4,1 km. Talan er um heilsurenning, og tí er ikki neyðugt við tilmelding. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga. Rutan gongur úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fossagøtu, har snarað verður oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum – út til Sjúkrahúsið, har málið er.
Kl. 14.00 – 18.00 Adventure
Túrur til Kópakonuna
Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og
møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan
Spaniastova – kl. 14.00 – 17.00
Søgan um Sjóklædnavirkið.
Serligu og vælumtøktu klæðini hjá Sjóklædnavirkinum, sum vóru sniðgivin og seymað har, verða sýnd fram. Myndir verða at síggja frá lýsingum og mótaframsýningum – eisini verður søgan um virkið søgd.
Andras Sólstein, savnsleiðari hugleiðir um arbeiðs- og sjóklæðir í gomlum døgum
Klaksvíkar Sjúkrahús
(Inngongd ímillum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús)
Kl. 14.00 Heilsucafé
Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni.
Kl. 14.30 Heilsucaféin verður sett
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini setir Heilsucaféina; aftaná verður boðið ymiskt heilsugott og leskiligt afturvið.
Opið hús á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá kl. 14.00 til 17.00
Kl. 14.00 Workshop
Forhøllin
Kom og fáa tær eitt prát við sjúkrarøktarfrøðingar og dietist um m.a. lungnatrupulleikar, sukursjúku, kost, trupulleikar við beinum og ryggjatrupulleikar.
Fysio- og ergoterapiin
Til ber at gera eina konditest, og máta feittvirðið í kroppinum.
Heilsustovan (2. Hædd)
Vit máta virðir, so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Til ber eisini til at tekna seg til lungafunktiónskanning.
Rannsóknarstovan
Tilmelding til blóðgeva.
Norðara parkeringsøkið
Møguleiki er at síggja útgerðina í sjúkrabilunum.
Kl. 14.30 og kl. 15.30 fyrilestrar
Felagshøllin
Fyrilestur við Regin Olsen, maskinmeistara – Fyrilesturin er um doktarabátin Medicus.
Fyrilestur við ?, fyrilesturin er um ?
Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 15.00
Søgur av Flemish Cap
Kjartan Kjartanson, stýrimaður, sum hevur siglt nógv, sigur frá.
Sigmar Bláberg, rithøvundur, sum hevur skrivað tvær bøkur um stállínuskipini og í hesum sambandi eisini um Flemish Cap, sigur frá skipum á Flemish Cap – og hesum tíðarskeiði annars.
Gunnar Nolsøe, útvarpsmaður “tónleikur, móti og prát frá Flemish Cap”.
Gunnar hevur samrøðu við menn, sum hava roynt seg á Flemish Cap
Zacharias Hammer, lærari hevur klipt filmsbrot saman, sum vit sleppa at síggja, har sakkønur greiðir frá um myndirnar og hendingar annars av Flemish Cap.
Aftaná verður boðið til ein kaffinumm og sjómansprát av Flemish Cap – Eisini ein brellbita av Flemish Cap (saltfiskasneisar).
Atlantis – Sjónleikurin, Landastrokið kl. 19.00
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer nú aftur á pall við sjónleikinum, Landastrokið – ein skemtileikur av teimum heilt stóru – hetta í sambandi við, at tey hátíðarhalda 40 ára dagin fyri at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum vit kenna tað í dag, varð endurstovnað í 1977.
Tað finnast rættiliga nógvar myndir og filmar. Hugaligt hevði verið at fingið avrit av onkrum myndum at vísa á veggin henda dagin
Leygarkvøld kl. 19.00 á Gamla seglhúsinum
Saltfiskakvøld á Gamla seglhúsinum
– (fýrarættað matskrá við Gutta Winther – gjald og tekning álagt)
Spaniastova – Leygarkvøldið kl. 22.00
Everly Brothers í Spaniastovu – Brøðurnir Árni og Marner Andreasen framføra fleiri av kendu løgunum hjá The Everly Brothers.
Frásøgumaður er Petur Rouch, sum tey flestu kenna frá útvarpsendingini Rót og Rútma. Hann fer at siga frá um kendu brøðurnar Phil og Don Everly, sum myndaðu kenda bólkin The Everly Brothers.
Arni og Marner eru einamest kendir úr bólkinum Black Birds ella Juliannuboys. Tónleikarar, umframt Árna og Marner Andreasen, verða Sámal Lindenskov – el-guitar, Arnbjørn Sivertsen – akutiskan guitar, Sverri Mohr Edvinsson – ljómborð, Arnold Ludvig – bass, og Heini Fossá – trummur.
Atgongumerki kosta kr. 150,- og kunnu keypast á www.atgongumerki.foog við dyrnar.
Leskiligu matstovurnar í býnum – hjá Jórun, Fríða, Jacqson og nú eisini Angus Steakhouse og aðrar við borðreiða í Torravikuni við serligar torra-matskrá, eisini við ymiskum úr fiski.
Sunnudagur 19. februar