Okkurt bendur á, at spanski álopsleikarin Fernando Torres fer aftur á gamlar kendar gøtur skjótt.
Í summar gjørdi Milan eina tvey ára leiguavtalu við Chelsea um Torres. Torres hevði tað sera trupult í Chelsea eftir, at hann bleiv seldur fyri 50 milliónir pund frá Liverpool í 2011. Men í Milan hevur Torres bara skorað eitt mál higartil í 10 dystum.
Tað hevur gjørt, at Milan er farið at umhugsa at senda Torres víðari til okkurt annað felag. Og har eru serliga tvey av fyrrverandi feløgunum hjá Torres nevnd. Atletico Madrid og Liverpool. Og nú bendur eisini okkurt á, at Atletico Madrid eru áhugaðir í at fáa Torres aftur til felagið, har hann var í 12 ár og har hann skoraði 82 mál í 214 dystum fyri besta liðið hjá Atletico Madrid árini 2001-2007. Sum skilst í ensku miðlunum hevur samband longu verið millum bæði feløgini. Forsetin í Atletico Madrid, Enrique Cerezo, vil ikki útihýsa møguleikanum og hjálparvenjarin hjá Atletico Madrid, German Burgos, sigur, at tað vildi verið ótrúliga gott – eftir hansara tykki – at fingið Torres aftur.
Venjarin hjá Milan, Filippo Inzaghi, ynskir at fáa Atletico Madrid leikaran Alessio Cerci í býti við Torres, men enn er ógreitt, um hetta verður veruleiki.




