Tann 28. mei í ár hevur hennara hátign, Margretha drotning, útnevnt Heðin Mortensen, løgtingsmann, til riddara av 1. stigi av Dannebrog-heiðursmerkinum.
Hetta taki eg sum eitt stórt herðaklapp og eina viðurkenning av tí arbeiði, eg havi verið við til at gjørt í ymsum álitisstørvum. Hetta er fyri meg avgjørt ein stórur, persónligur heiður, sigur Heðin Mortensen, sum í mong ár hevur verið virkin innan ungdómsarbeiði, felagsarbeiði, lokalpolitikk, landspolitikk, umframt at hann hevur verið uppií og virka fyri altjóða samstarvi á ymsum økjum.
Frammanundan hevur Heðin Mortensen síðani 8. februar 1991 verið riddari av Dannebrog, umframt at hann í 1996 fekk heiðurskross íslendska ítróttarsambandsins og í 1999 heiðurskross føroyska ítróttarsambandsins.
Í næstum fer Heðin Mortensen at biðja um móttøku hjá hennara hátign, Margrethu drotning, har hann fer at nýta høvi til at takka fyri heiðurin.




