Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórshavnar Havn fíggjar glashús hjá Tórshavnar býráð

John William Joensen

Við vælsignilsið frá Kommunala eftirlitinum (sum ikki letur við seg koma) hevur Tórshavnar Býráð samtykt at umbyggja Gomlu Saltsøluna hjá Bakkaláo til eitt glashús sum skal húsa skrivstovum. Kostnaðurin er góðar 80 mió. kr. og íløgan verður øll fíggja yvir raksturin hjá Tórshavnar Havn, sum vinnur pengar við at leggja avgjølda á allar vørur sum verða fluttar inn í landið. Nýggja glashúsið verður sostatt fíggja við avgjøldum á smør, sukur, mjøl, heilivág…..

Grundgevingin fyri glashúsið er at Tórshavnar kommuna ynskir at stimbra og menna vinnulívið, so tað støðugt roynir nýggjar vinnuvegir og skapar arbeiðspláss. Við nýumvælda bygninginum á Vestaru bryggju gevur kommunan sjóvinnuni møguleika at húsast undir somu lon. Karmarnir verða framúr góðir. Harvið leggur Tórshavnar kommuna lunnar undir eitt virkið og vakið vinnulív. Hølini kunnu nýtast til eitt nú oljuvinnu, offshore, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, havkanningar, reiðaravirksemi, lívtøkni, ráðgevaravirksemi, aling og gransking, KT-menning til sjóvinnu, íverksetan og ymiskt skeiðsvirksemi.

So teir reiðarar sum eru eftir í Havn verða nú bókstaviliga settir í “Glas og Rammu” og rokningin send til øll húsarhald í Føroyum.

Ein kann av røttum seta spurnartekin um Tórshavnar Havn nú er vorðin ein fíggjarstovnur hjá Vinnilívinum í Havn……