Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tórshavnar Kamarkór konsert í Christianskirkjuni

Jóhann Lützen

Sunnudagin 26. juni kl. 16.00 verður konsert við Tórshavnar Kamarkóri í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Kórið fer síðst í juni á kórferð til Íslands, og skráin verður tann sum kórið fer at framføra á konsert í Reykjavík, í samband við luttøku á Nordklang festivali ið verður hildin í Reykjavík 29. juni – 2. juli.

Á skránni eru millum annað verk eftir Kára Bæk, Trónda Bogasyni, Paula í Sandagerði, Anne Mette Greve Klemensen, Sámal Matras, umframt at framførd verða verk sum kórið hevur vant seinasta árið.

Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Verið vælkomin á konsert