Tað skal vera trygt fyri øll at ferðast í ferðsluni í Tórshavnar kommunu. Tí er kommunan í holt vð at gera eina ferðslutrygdarætlan, sum skal økja um trygdina og gera tað meira trygt hjá øllum borgararnar at ferðast í ferðsluni.

Ætlanin er grundað á fakta frá óhappshagtølum og ferðsluútrokningum, men haraftrat spyr kommunan eisini borgarar til ráðs, fyri at fáa eitt meira fjølbroytt grundarlag fyri ætlanini.
Vit hava tí brúk fyri tíni hjálp til at vísa á tey støð í ferðsluni, har tú kennir teg ótryggan.
Tú kann luttaka í trygdarkanningini við at trýsta á leinkjuna niðanfyri og vísa á, um tað er eitt vegamót, tú ikki brýggjar teg um at fara yvirum, ella eitt vegastrekki, sum tú helst roynir at sleppa undan at ferðast á.
Luttak í trygdarkanningini áðrenn 31. mai 2013, so er tú við til at ávirka ta nýggju ferðslutrygdarætlanina. Sí leinkju her.
Takk fyri hjálpina!