Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórshavnar Kommuna styttir tær um dagin

Danial Viðoy

Tórshavnar Kommuna býður nú eina fryntliga tænastu, sum ber í sær, at læna sær eina EL-súkklu í miðbýnum. Við hesum ber til at ferðast skjótari í býnum.

Tórshavnar Kommuna býður nú eina fryntliga tænastu, sum ber í sær, at læna sær eina EL-súkklu í miðbýnum. Við hesum ber til at ferðast skjótari í býnum.
Tíðindaskriv frá Tórshavnar Kommunu:
“Til ber at lána eina el-súkklu frá Tórshavnar kommunu allar dagar, tá Býarbókasavnið er opið, tað er mánadag-hósdag kl. 9-21, fríggjadag kl. 9-18, leygardag kl. 10-16 og sunnudag kl. 14-17 (tó ikki áðrenn kl. kl. 10 um morgunin).

Súkklurnar verða ikki læntar út um Ólavsøkuna, frá hósdegnum 28. juli til og við sunnudagin 31. juli, tá skúrurin verður brúktur til onnur endamál.

Skúrurin stendur í gongugøtuni við súkklunum í, og har ber til at læna eina súkklu við at fara inn á Býarbókasavnið og skráseta seg. Tað er ókeypis at lána súkklurnar, sum skulu latast innaftur sama dag, áðrenn Býarbókasavnið letur aftur.

Aldursmarkið er sett til 15 ár, tó kunnu stór børn læna eina súkklu saman við foreldrum ella øðrum vaksnum fólki.”