Stór frøi er um, at fólkatalið í Føroyum aftur er farið at vaksa, men tað setur eisini krøv.
Stór frøi er um, at fólkatalið í Føroyum aftur er farið at vaksa, og fyri stuttari tíð síðani rundaði fólkatalið í Klaksvíkar kommunu enn einaferð 5.000. – Men hetta setur eisini krøv.
Býráðið skal á fundi í kvøld klokkan 17:30 viðgera tørvin á ansingarplássum til børn.
”Barnatalið í kommununi økist støðugt. Tá stóra upptøkan var í summar, fóru 15 av plássunum til børn, sum eru flutt til kommununa,” stendur í uppskotinum til býráðsfundin. Víðari verður sagt, at fyri at kommunan skal kunna veita trygd fyri ansing, er neyðugt at stovnseta fleiri nýggj pláss og allarhelst innan stutta tíð, tí talan í nøkrum førum er um bráðfeingis tørv.
Grundað á stóran eftirspurning eftir ansingarplássum, verður tí skotið upp, at umsitingin í býráðnum fær heimild til at arbeiða víðari við eini ætlan um at stovnseta fleiri barnaansingarpláss í kommununi.
Meirilutin í Trivnaðarnevndini (Jóhann Lützen, Signhild V. Johannesen og Kristian Eli Zachariasen), tekur undir við tilmælinum frá umsitingini um bráðfeingis loysn á barnaansingarøkinum, meðan minnilutin (Atli S. Justinussen og Herfrí Sørensen), mælir til at finna eina varandi loysn við nýggjum ansingarstovni.




