Hóast fiskiskapurin kundi verið væl betur, nú vit eru við bestu útróðrartið, so er nógv virksemi á Stongunum.
Men tað gongur ov illa at fáa reiðskapin egndan, tí er tørvur á fleiri egnarum, siga bæði Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka og Árni Zachariassen, formaður á Kallanes. Tað hevur gingið illa at fáa fólk at egna, og tí ert tú vælkomin í egningarskúrin, um tú hevur hug at vinna tær nøkur oyru frammíhjá, ella bara at stytta tær stundir og fáa eitt prát í egningarskúrinum ímeðan tú egnir eina línu ella báðar tvær.
Útróðrarmenninir eru ikki nøgdir við fiskiskapin, bátarnir hava ligið úr 2000 pundum upp í 7000 pund onkran dagin, og tað er ov lítið, nú vit eru í sera góðari fiskitíð. Fleiri túrar hjá stóru útróðrarbátunum hava ikki givið meira enn 3-5000 pund. Prísurin hevur tó bjarga túrunum, meðalprísurin hevur ligið um 20 krónur fyri kg. At prísurin hevur verið so mikið høgur hevur gjørt at menn fara til útiróðrar hóast laka fiskiskapin.




