Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tørvur á lestrarumstøðum økist

Tíðindaskriv

Farna skúlaárið hevur Bókasavnið við Løkin bjóða lestrarumstøður fram í kjallaranum á gomlu politistøðini í Runavík. Hetta hevur verið ein royndartíð, og sigast má, at tað hevur hepnast sera væl.

Farna skúlaárið hevur Bókasavnið við Løkin bjóða lestrarumstøður fram í kjallaranum á gomlu politistøðini í Runavík. Hetta hevur verið ein royndartíð, og sigast má, at tað hevur hepnast sera væl.

Serligur dentur er lagdur á at skapa umstøður og at bjóða tøkni til fjarlestur í samstarvi við Fróðskaparsetrið. Tískil hava 6 lesandi úr Eysturoynni, sum lesa á fyrsta ári á læraraútbúgvingini, møtt tvær til tríggjar ferðir um vikuna í hølunum við Løkin, og tikið lut í undirvísing umvegis videofundartøkni. Hesi lesandi hava júst verið til próvtøkur, og hava staðið tað fyrsta árið. Tey lata sera væl at hesum nýggja møguleikanum, og fegnast serliga um sparda tíð til ferðing. Harumframt siga tey seg hava nógv gagn av samstarvi sínámillum og við bókasavnið.

Bókasavnið fær regluliga vitjan av lesandi og fyrispurningar um lestrarumstøður. Nøkur hava verið glað fyri at sita á sjálvum bókasavninum. Men av tí at Bókasavnið við Løkin er eitt kombinerað skúla- og fólkabókasavn, so brúka skúlanæmingarnir bókasavnið nógv. Tískil hava summi lesandi ynskt meira frið, og hava so kunnað gjørt brúk av lestrarumstøðunum á gomlu politistøðini. Nú í seinastuni uppundir próvtøkurnar hava fleiri bólkar av lesandi sitið og arbeitt og fyrireika seg har.

Tørvur er avgjørt á slíkum umstøðum, og tørvurin fer uttan iva at vaksa samsvarandi við at lesandi gerast varug við møguleikan. Bókasavnið við Løkin sær tað sum eina grundleggjandi tænastu at kunna bjóða og menna umstøður til lesandi, og hevur ætlanir um at betra um umstøðurnar til komandi heyst.

Meira kann lesast um fjarlestur við Løkin her: (Góðan Morgun Føroyar vitjaði eisini henda dagin)

http://lokin.fo/tidindi/fjarlestur-byrjadur-aftur/