Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

T.OS. og Lena í Fuglafirði 28.des

John William Joensen

Spennandi og víttfevnandi nýggjárskonsert í Mentanahúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið 28.desember við Lenu Anderssen og T.O.S.

Spennandi og víttfevnandi nýggjárskonsert í Mentanahúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið 28.desember við Lenu Anderssen og T.O.S.

Mentanarhúsið í Fuglafirði bjóðar aftur í ár til stóra og spennandi nýggjárskonsert. Sunnukvøldið 28.desember trína nevniliga tvey stór tónlistanøvn á pallin: Lena Anderssen saman við Niclasi Johannesen og so eisini bólkurin T.O.S.

Lena Anderssen hevur givið út fýra fløgur saman við Niclasi Johannesen – og hin fimta er ávegis! Tey fara at spæla nøkur av teimum løgunum, vit kenna, umframt okkurt, sum er á komandi útgávuni.

T.O.S. hevur júst latið úr hondum fløguna ‘Tíð og ævinleiki’ og tískil verður konsertin í Mentanarhúsinum eisini útgávukonsert. T.O.S. spælir tónleik, ið er torførur at seta í bás – ein vavstur av ymiskum tonleikaligum íblástri úr øllum ættum. T.O.S. fer at spæla løgini á júst úkomnu fløguni umframt okkurt eldri tilfar.

Konsertin byrjar kl 20, men húsið og café’in lata upp kl 19, tá ber eisini til at keypa atgongumerki á 120 kr. Eisini ber til at bíleggja við at ringja á tlf 238070.