Útisetalív/prógvað vitan: Á In.fo stendur í dag at lesa, at føroyingar halda danskarar tosa ov nógv. Í sambandi við kanning, Lóður hevur gjørt fyri fólkatingsmannin Sjúrð Skaale, halda 56% av teim spurdu føroyingunum, at danir tosa ov nógv. – Hetta hevur tátturin hjá Norðlýsinum ’Útisetin hesaferð’ eisini borið brá av.
Útisetalív/prógvað vitan: Á In.fo stendur í dag at lesa, at føroyingar halda danskarar tosa ov nógv. Í sambandi við kanning, Lóður hevur gjørt fyri fólkatingsmannin Sjúrð Skaale, halda 56% av teim spurdu føroyingunum, at danir tosa ov nógv. – Hetta hevur tátturin hjá Norðlýsinum ’Útisetin hesaferð’ eisini borið brá av.
Tvær mentanir møtast: ’Útisetin hesaferð’ hevur havt, men hevur ikki longur hendan spurningin: Hvussu allýsur (definerar) tú ein danskara? Vit hava savnað øll svarini. Tað eru fleiri, ið eru samd í Lóður, at danskarar tosa nógv; men summar tíðir er tað eisini konstruktivt.
Svarini hava í summum førum verið nokkso niðrandi lødd, um eg so má siga:
– Danskarar kunnu tosa leingi, uttan at siga nakað.
– Ein týpiskur danskari á mínum skúla hevur eina øgiliga trongd til at fortelja lærara og næmingum alt sum hann hevur lisið og veit um dagsins evni.
– Tann týpiski danskarin er punktligur, frambrúsandi, dugir at tosa um onki og hevur lyndi til at ”sýnast” (hava meining) um alt.
– Eitt stórt roks!! sum snakka eina fløkju uttan at siga nakað sum helst. Tá tað er sagt, so eru teir bara fittir.
– Ein týpiskur danskari planleggur alt.
– Í Keypmannahavn vil ein typiskur danskari vera ein, sum tosar nógv, og ikki er bangin fyri at rósa sær sjalvum.
– Fitt fólk, ið ganga høgt uppí tíð og avtalur (kalendarafólk) – og tosa leingi um tað, ein føroyingur hevði sagt í einum setningi.
– Hava alt planlagt. Teir flestu hava ein kalendara, ið er proppaður við avtalum fram til mai 2043.
– Struktureraðir, disiplineraðir og ambitiøsir. Tó gírigir, uppmerksomheits-krevjandi, samstundist sum teir tosa ov nógv.
– Tosar nógv, er sparsomligur, møtir stundisliga, og kann rósa sær sjálvum leingi fyri tað minsta.
– Ein týpiskur danskari kann tosa um øgiliga nógv ting øgiliga leingi uttan nakað innihald. Eisini hava teir eina trongd at fáa viðurkenning frá undirvísaranum allatíðina. Hetta er sjálvandi eisini gott, tí teir luttaka nógv í tímunum og koma við nýggjum vinklum til evnið. Hvussu teir eru uttan fyri skúlatíð veit eg ikki, tí eg eri so at siga bara saman við føroyingum.
– Tað er ilt at siga hvat ein týpiskur danskari er, men nógv fólk í Keypmannahavn tykjast mær nokkso yvirfladisk. Sjálvsálitið er í lagi og orðini mangla ikki. Tey kenna sínar styrkir og tora at siga frá, eisini tá tey eru ónøgd. Og tey lesandi hava stórar sunnar matpakkar við í skúla og ganga høgt uppí at halda avtalur og at møta til tíðina.
Men tó eru tað nøkur, ið kunnu síggja í millum fingrarnar og geva jaligari svar til sama spurning:
– Fyrikomandi, prátingarsaman og sigur sína meining. Danskarir eru ikki so galnir, hóast føroyingar ofta hava hug til at lata illa at teimum.
– Álítandi. Ein spaki er ein spaki.
– Teir koma ið hvussu er til tíðina. Sigur tú við ein danskara, at vit møtast kl. 14.00, so er hann har 14.00.
– Danir duga ótrúliga væl at tosa og diskutera – Fyri at ljóða klókir, brúka teir nógv fín og faklig orð. (Danir eru tó eitt fet fremmanfyri føroyingar, tá tað kemur til fakligar diskussiónir.) Meira generelt, kann ein dani allýsast sum ein, ið bæði etur nógv grønmeti og súkklar nógv.




