Soleiðis eitur bók, sum hetlendingurin John Goodlad hevur skrivað. Hann vitjaði í Føroyum í september, at leggja bókina fram her. Hann kom við sluppini Swan, sum eins og Westward Ho er sett í upprunastand
Hetta er fiskivinnusøga hetlendinga, mest í nítjandu øld. Stórleikatíð teirra var fiskiskapurin eftir toski við Føroyar í fleiri ára tíggir í 19. øld.
Hetta er líka nógv okkara søga, og serdeilis áhugavert. Hetlendingar vóru ta tíðina langt frammanfyri føroyingar, og vit lærdu alt av teimum.
Meðan vit einans høvdu opna bátin at veiða við við steini og einum húki, høvdu hetlendingar havgangandi før, sum veiddu við Føroya, Íslands og Grønlands strendur – heilt uppi í Diskovíkini. Og sjálvandi eisini kring Hetland. Men stórsti og drúgvasti fiskiskapurin var við Føroyar. Teir veiddu við línu og flaktu og saltaðu fiskin umborð, sum síðan varð turkaður í fjøruni, tá ið teir høvdu landað í Hetlandi.

John Goodlad
Hugsanin í Føroyum fyri hundrað árum síðani var, at drongurin var ikki maður fyrr enn hann hevði verið við slupp undir Íslandi. Tilsvarandi søgdu tey í Hetlandi, at drongurin var ikki rættiligur maður fyrr enn hann hevði verið á veiðuferð við Føroyar!
Alt lærdu vit av hetlendingum: at fáa okkum deksfør, at fiska við línu, at flekja og salta og turka fiskin. Og marknaðin fyri turkaða fiskinum høvdu hetlendinga eisini bygt upp í baskaralandinum.
Tað var sum kunnugt hetta nýggja fiskivinnusamfelagið, sum kom í staðin fyri stirvnaða bóndasamfelagið.
Viðhvørt verður lærlingurin dugnaligari enn meistarin. Hendan myndin kann av sonnum nýtast í hesum samanhanginum: tá ið ferð kom á hjá føroyingum, løgdu teir skjótt hetlendingar fleiri bátslongdir aftur um. Men tað er ein onnur søga.
Veruleikin er, at vit eiga at vera hetlendingum ógvuliga takksamir fyri alt tað, sum teir lærdu okkum.
Bókin er slakar 200 síður til støddar, hon er væl skrivað og ógvuliga áhugaverd. Funnin fressur til jólagávuna í ár!
HON FÆST NÚ Í ALFA



