Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toskafiskiskapurin hjá smærru útróðrar-bátunum vaksin 45 %

John William Joensen

Tó er krónuviðið pr. dag. lækkað 5 %

Toskafiskiskapurin hjá smærru útróðrabátunum vaksin 45 % pr. fiskidag í hesum fiskiárinum.Tó er krónuviðið pr. dag. lækkað 5 %.
 
Bólkur B4a hevur pr. 1/6 fiskað 779 tons hetta er 64,5 % av nøgdini fiskað var fiskiárið 07/08. Bólkurin hevur pr. 1/6  nýtt 58,8% av fiskidøgunum í mun til fiskiárið 07/08.
 
Veiðan pr. dag var fiskiárið 07/08 2.079 kg.pr. dag meðan tølini pr. 1.juni 2009 vístu at veiðinøgdin var  2.279 kg. pr. dag sum er ein vøkstur uppá 9,6 %.
 
Veiðivirðið pr. dag. var fiskiárið 07/08 29.817 kr. pr. dag. meðan veiðivirði pr. 1. juni 2009 var tað  24.401 kr. dag, sum er ein lækking uppá 18,2 %.
 
Meðalprísurin fall úr 14,34 kr. pr. kg. niður í 10,70 kr. pr. kg. sum er ein lækking uppá 25,4 %.
 
Toskaveiðan hjá smærru útróðrabátunum var fiskiárið 07/08  714 kg. pr. dag meðan pr. 1. juni 2009 var toskaveiðan 1.036 kg pr. dag. sum er ein vøkstur uppá 45,1 % pr. dg
 
Toskavirðið pr. dag. var fiskiárið 07/08 14.916  kr. pr. dag  meðan toskavirði pr. 1.juni 2009 var tað 14.200  kr. pr. dag. sum er ein lækking uppá 4,8 % pr. dag.
 
Meðalprísurin av toski er hesum í fiskiárinum fallin heili 34,5 % úr 20,89 kr. pr. kg niður í 13,69  kr. pr. kg.
 
Veiðan av hýsu var fiskiárið 07/08 624 kg. pr. dag. meðan veiðan av hýsu pr. 1.juni 2009 var 526 kg. pr.dag sum er eitt fall uppá 15,7 % pr. dag.
 
Virðið av hýsuveiðini var veiðuárið 07/08 var 9042 kr. pr. dag meðan virði av hýsuveiðuni pr. 1.juni 2009 var 5.766  kr. pr. dag sum er eitt fall uppá 36,2 % pr. dag.
 
Meðalprísurin fall  4,61 kr. kg úr 15,56 kr. kg niður í 10,95 kr. kg. eitt fall uppá 29,6 %