Róðrarsambandið hevur av sínum eintingum flutt Norðoyastevnuna uttan at spyrja norðingar eftir, sigur formaðurin í NFÍ, Søren Michael Sørensen
Formaðurin fyri Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, Símun M. Sørensen, er milt sagt bilsin um, at hann í fjølmiðlunum skuldi frætta, at Róðrarsamband Føroya hevði flutt Norðoyastevnuna.
Tíðindaskrivi frá Róðrarsambandinum
…..Vegna tess at fótbóltslandsdysturin í millum Føroyar og Italia er settur at verða leygardagin 2. juni, er Norðoyastevnan flutt til leygardagin 9. juni 2007.
Við róðrarkvøðu vegna Róðrarsamband Føroya – Jan Herman Hansen.
Eingin norðoyingur spurgdur
Formaðurin í NFÍ, Símun M. Sørensen sigur við Norðlýsið at hetta kom púra óvart á ítróttarfeløgini í Norðoyggjum.
– Vit hava tosað um hvat gerast skuldi, í samband við nógv umtalaða landsdystin hjá Føroyska fótbóltslandsliðnum, sum eisini skal vera 2. juni.
– Hevði Róðrarsambandið kontaktað okkum, so høvdu vit verið opnir fyri hugskotinum, men tað er so nógv annað á Norðoyastevnu enn kappróður.
– M.a. hevur KÍ tann trupuleika at KÍ spælir í Vági tann 10. juni, sum Róðarsambandi nú hevur lagt Norðoyastevnuna.
– Róðrarsambandi hevur ikki eingang spurt róðrarfeløgini í norðoyggjum um hvat tey halda og tað skilji eg als ikki.
Fara á fund í kvøld
Formaðurin í NFÍ sigur at teir í kvøld fara á fund við róðrarfeløgini í norðoyggjum at tosað um hvat gerast skal.
– Tað er markleysur frekleiki at formaðurin í róðrarsambandinum av sínum eintingum hevur ásett nær norðoyastevna skal vera uttan at spyrja norðoyingar eftir.
Formaðurin fyri NFÍ harmast støðuna nú totalur forvirringur er íkomin, og sum støðan er í løtuni eru røddir farnar at tosað um at avlýsa Norðoyastevnuna í ár.
– Hetta haldi eg vera stórt spell, og hendan støðan hevði als ikki verið íkomin um róðrarsambandi hevði kontakta feløgini í norðoyggjum áðrenn.
Kringvarpið
Sum Norðlýsið skilir hevur Kringvarpið tann trupuleika at teir skulu baði dekka landsdystin og kappróðurin, men um hetta hevur ávirka støðutakaninna hjá Róðrarsambandinum er ógreitt.




