Komandi leygardag er ætlanin at seta eitt stovn eitt felag fyri føroyskar fjepparar hjá enska felagnum Tottenham.
Stovna nú fjepparafelag
fyri Tottenham í Føroyum
Komandi leygardag er ætlanin at seta eitt stovn eitt felag fyri føroyskar fjepparar hjá enska felagnum Tottenham. Stovnandi aðalfundur verður í sambandi við dystin móti ensku meistarunum Manchester United á White Hart Lane.
Tað eru nógvir føroyingar, ið eru ídnir fjepparar av kenda enska felagnum Tottenham Hotspur úr London. Í februar mánaði í ár spældi Tottenham finalu í ensku Carling Cup kappingini móti Chelsea, og í tí sambandi savnaðust einir 70 Tottenham-fjepparar í Bowlinghøllini í Havn til dystin, og tá bleiv gjørt av at fara undir fyrireikingar til at seta á stovn góðkent fjepparafelag hjá Tottenham í Føroyum.
Hava fingið góðkenning úr Onglandi
Í sambandi við stovnanina av Tottenham Føroyar hava stigtakararnir hava drúgt samband við Tottenham Hotspur í Onglandi, soleiðis at øll loyvi eru í lagi, og enska felagið hevur góðkent, at eitt føroyskt fjepparafelag verður sett á stovn.
Í hesum sambandi eru viðtøkur gjørdar fyri felagið, sum eru í tráð við tær treytir, sum Tottenham Hotspur setur til slík fjepparafeløg.
Leygardagin spælir Tottenham sum áðurnevnt móti Manchester United á heimavøllinum hjá London-felagnum White Hart Lane, og tá verður fjepparafelagið sett á stovn.
Føroyskir Tottenham-fjepparar fara at hittast í hølunum hjá Sendistovuni, sum liggur á vegamótinum Grønlandsvegur/J. Paturssonargøta í Havn, har hugt verður eftir dystinum í felag.
Ætlanin er, at tiltakið byrjar klokkan hálvgum fimm, og eina løtu seinni blívur dysturin vístur beinleiðis í sjónvarpi. Allir Tottenham-fjepparar eru vælkomnir til tiltakið.




