icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toymissamskipari til Føroyska Samráðingartoymið

LÝSING

Starvið

Í Fiskimálaráðnum er starv leyst at søkja sum toymissamskipari í føroyska samráðingartoyminum. Samráðingartoymið er skipað við sæti í Fiskimálaráðnum og hevur ábyrgdina av millumtjóða samráðingum um svartkjaft, norðhavssild og makrel.


Uppgávur

Sum toymissamskipari verður tú næstur føroyska samráðingarleiðaranum at skipa fyri øllum fyrireikingum av fundum og samráðingum og at luttaka í teimum. Sostatt verður tú fastur limur í føroyska samráðingartoyminum og føroysku sendinevndunum.

Tú fært dagligu ábyrgdina av øllum samskipandi uppgávum hjá samráðingartoyminum, eitt nú at leggja fundir og samráðingar til rættis, at tryggja at øll neyðug skjøl verða fyrireikað og fingin til vegar og at røkja sambandið við fjølmiðlar antin beinleiðis ella umvegis heimasíðu okkara ella aðrar netmiðlar.


Førleikar

Starvið krevur útbúgving frá hægri lærustovni í altjóða viðurskiftum og altjóða samráðingum ella útbúgving innan samfelagsvísindaliga økið ella uttanríkispolitiskar royndir.

Eginleikar, sum diplomatisk medferð, at sýna samstarvshug, hjálpsemi, miðvísi og

sjálvstøðugt verklag, eins og at hava stinnan føroyskan og enskan málkunnleika, hava avgerandi tyngd í setanartilgongdini. Eisini skal tann, ið settur verður í starvið, tola nógvar og drúgvar tænastuferðir uttanlands. Nú samráðingartoymið er undir støðugari menning skal tann, ið settur verður, harumframt tola framtíðar tillagingar og broytingar í starvinum.


Setanartreytir

Starvið verður sett samsvarandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og landsins fyrisiting annars, umframt stovnar hennara.


Umsókn

Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli og viðmælum til fisk@fisk.fo. Setanartilgongdin fer fram beint eftir, at umsóknarfreistin er farin.

Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 2. mars 2015 kl. 12:00, og byrjar tú í starvinum eftir nærri avtalu í sambandi við starvssetan.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Fiskimálaráðið á telefon +298 353030 ella beinleiðis til Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðara, á telefon +298 553249.