Veiðimannalyndið er minni enn so vælumtókt allastaðni ídag. Tíðin hevur við sær, at vit skuu helst vera meira ”struktureraði” enn at veiða. Orsøkin er helst, at heimurin er við at bera so nógv menniskju, at um ikki orðið ”veiðibann” verður alt meira og meira dagligdagur, so megnar náttúran ikki at taka ímóti.
Tráðan, sum eg byrjaði við, hon hevur givið okkum nógv, sum eru uppvaksin í fjøru og haga. Ikki bert er tað veiðimannalyndið, ið tráðan hevur nøktað, men tað eru so nógvir aðrir síðuvinningar, sum ein fær, tá ein við tráðu í hond fer heiman ífrá, antin fram við víkum og flesjum á seiðabergi, sílaveiðu ella laksaveiðu.
Á sjónum er tað havið, streymar, veður, fuglur, hvalur og mangt annað, sum upptekur ein, slíkar fiskitúrar. Men ikki minst fær likamið nógva venjing í rulli og fiskaarbeiði. Ikki at tala um gastronomisku upplivingina í at gera til og njóta egnan fong.
Men tað er ikki bert á sjónum at tráðan gevur upplivingar. Tað eru tey, sum taka tráðu í hond og fara í fjøllini á vøtn og tjarnir at vita um tey fáa eitt nipp ella tvey og kanska eitt síl. Hjá veiðimanninum ella kvinnuni, ið fer á føroysku vøtnini at royna fiskieydnuna, hevur náttúruupplivingin minst líka stóran týdning sum fongurin.
Her nakrar myndir frá einum slíkum túri eysturi á fjøllum. Meira um túrin í Norðlýsinum, ið kemur til haldararnar og sølubúðirnar ímorgin, fríggjadagin:




