Frá 1.Desember 2002 kemur OMEGA, at selja tráðleyst Internet í Klaksvík.
Tráðleyst Internet merkir, at eingin telefonlinja er tengd at sambandinum við telduna, og at tú ert ON-LINE allan sólaringin.
Í strembanini eftir at fáa norðoyingum bestu tænastu á staðnum, hava vit leingi haft ætlanir um at útvega tráðleyst Internet til rímuligan prís, hetta er nú eydnast saman við TeleTech.
Internet klárt
at brúka eftir
lítlari løtu:
Vit koma frá 1.Desember, at selja tráðleyst Internet í handli okkara í N.Pálsgøtu 22 . OMEGA kemur at bjóða ein Internet-pakka, soleiðis at skilja, at
útgerðin og uppsetingin er ein pakki.
Virkiskundar
og deildir teirra:
Tá virkir fáa sær Internet frá OMEGA kunnu vit eisini skipa so fyri, at t.d deildir ella onnur hús hjá sama felag kunnu teldusamskifta ókeypis sínamillum.
Heimaarbeiðspláss:
Tráðleyst Internet frá OMEGA kann eisini útbyggjast til at umfata heimaarbeiðspláss, hetta soleiðis, at antenna eisini verður sett heima hjá t.d. stjóranum, so hann kann arbeiða á arbeiðstelduni á arbeiðsplássinu heimanífrá.
Byrja við virkjum:
Í byrjanini verður tað virkiskundar sum kunnu keypa tráðleyst Internet, men seinni verður eisini møguligt hjá privatum, men hetta koma vit at boða frá.




