Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tráðleyst internet umborð á Norrönu

Oliver Joensen

Smyril Line er av tí fatan, at ferðin byrjar umborð á Norrønu. Fyri at víðka um møguleikarnir hjá teimum ferðandi, er nú møguligt at verða online á allari ferðini til og frá ferðamálunum hjá Smyril Line.

Í tí framkomna heiminum av tráðleysari tekniskari útgerð, eru folk von við at verða halda samband alla tíðuni. Ferðafólk eru spent eftir at deila teirra upplivingar gjøgnum fartelefon myndir ella við at leggja myndir út á social netverk, so sum Facebook. Fyri at kunna gera hetta, má skipið hava eitt stabilt og álítandi tráðleyst samband,” sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line.

Smyril Line váttar í dag, at tað hevur endurnýggja GSM avtaluna við Martine Communication Partners (MCP) fyri tænastur fram til apríl 2013. Afturat hesum hevur Norðuratlants útbjóðarin uppgradera sínar tráðleysu tænstur umborð á M/F Norrøna til eisini at innihalda GPRS, VrewSIM og WLAN.

Hví hesa uppgradering? Sambært Jákup Sverra, so eru tað tvær høvuðsgrundir: vinnulívsfólk og ungdómar – báðir bólkin ynskja og hava brúk fyri tráðleysum sambandi.

”Tráðleyst samband er brúkt til at nøkta nógvar tørvir. Tann mest vanliga nýtslan, er at fáa samband til fartelduna, meðan brúkarnir ferðast frá stað til stað. Vinnulívsferðandi ynskja frið til at arbeiða, meðan tey kunna verða online meðan tey fara tvørtur um Norðatlantshavið. Vinnulívs ferðandi mugu kunna líva á nøktandi sambandi. Avbrot í sambandinum verða tískil ikki góðtikin,” sigur Jákup Sverri.

Afturat hesum, vita familjur sum ferðast við tannáringum, at ein týdningmikil partur av sosialiseringini hjá einum ungum, inniheldur at chatta, Facebook og surfing á internetinum. Fólk í øllum aldri sendi boð heim til vinir, har tey greiða frá hvussu tey hava tað og hvat tey gera.

Harleyfacadeacryl