Veðrið var ikki av tí besta tá træseglskipini stevndu inn á Føroya Sjómannadag ímorgun, frískt lot lágt og regn. Men lagið var gott á Stongunum. Og nú er morgunmatarborðið.
Veðurgudarnir eru ikki góðir við Føroya Sjómannadag ímorgun, men fyrireikararnir hava valt at halda áfram. Um veðrið verður sagt, at tað skal vera heldur frægari seinnapartin, so vit fáa at síggja.
Beint nú fyrigongur alt seg inni í stóra teltinum. Nógv fólk eru komin til stóra morgunmatarborðið hóast veðrið.




