Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trætaður til lygn – í morgin er orrustan í rættinum

Norðlýsið

So skal slagið standa í morgin, týsdagin 23. Juni skal blaðstjórin (eg, Oliver Joensan) møta í rættinum klokkan 9.15.

Ákærdur fyri at hava tosað í telefon ímeðan hann koyrdi bil eftir Nólsoyar Pálls Gøtu hósdagin 21. Mars í 2013.

Lygnin hjá politinum sigur, at blaðstjórin hevur hildið telefonina upp fyri oyrað ímeðan hann koyrdi framvið prg. 13 felluni hjá politinum.

Ákærdur og ”Trætaður til lygn”, tó sær ikki væl út fyri blaðstjóranum, tí Jógvan Páll Lassen, advokatur hjá Norðlýsinum sigur, at hann hevur hugt í ein hægstarrættardóm í líknandi máli og niðurstøðan er, at oddsini hjá blaðstjóranum eru minni enn so góð.

Líkamikið, vit fara at royna sakina, ikki fyri at sleppa undan at gjalda 500 krónur, men tí vit vilja hava dóm fyri um rættvísið ræður. Verður niðurstøðan í rættinum at blaðstjórin verður dømdur, so er tað ein ávaring til øll, ið koyra bil, at tað er líkamikið hvat tú gerst. Trætar ferðslupolitiið teg til lygn, so er eitt at gera, antin at gjalda ella inn at sita.